Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Prát við Gilla Sørensen

Prát við Gilla Sørensen

| 09/12/14

Gilli Sørensen, 22 ára gamal og úr Trongisvági, hevur verið partur av hópinum hjá AaB síðan november 2013 og vit hava hitt hann her í Aalborg og práta um hansara tíð í Aalborg og AaB.

Gilli var partur av besta liðnum hjá okkum í árini 2009-2012, so statt var hann við til at tryggja okkum uppflyting í Effodeildina seinast vit vóru við har, eisini var hann partur av liðnum, ið megnaði at halda seg í Effodeildini. Millum nøkur av teimum meira minniligu málunum hjá Gilla fyri TB var á Toftum, tá hann hamraði eitt fríspark í málið – Niels Petersen útvarpaði hendan dystin og rópini vóru øgilig, tá Gilli hevði hamrað bóltin í netmaskarnar.

Gilli fór í 2013 til høvuðsstaðin og leikti tað árið við B36. Umframt TB og B36 royndi hann seg eisini eina tíð í Aberdeen – somu tíð var ein annar føroyingur í Aberdeen, nevniliga Hallur Hansson. Gilli hevur higartil leikt 3 dystir fyri donsku meistararnir.

Nú er Gilli sum nevnt í AaB og teir fingu eina heldur trilvandi byrjan í hesum kappingarárinum eftir at teir í fyrra kappingarár gjørdist danskir meistarir, men nú tykist tað sum um at vend er komin í og eru teir nú við í stríðnum um at elta FC Midtjylland, saman við FC København, Brøndby IF og Randers FC.

Umframt heimligu kappingina, so hava teir staðið seg sera væl í Europa League, har teir hava vunnið allar heimadystirnar á Nordjyske Arena og liggja í løtuni til at fara víðari saman við Dinamo Kiev. Seinasta Europa League dyst vunnu teir á Steaua Bucuresti í Aalborg.

AaB hava leikt teirra seinasta dyst í Superligaen áðrenn danski vetrarsteðgurin stendur fyri durum, har teir tóku ímóti FC København og endaði dysturin við… Tó væntar ein dystur í Portugal móti Rio Ave, har AaB helst skulu vinna fyri at sleppa víðari úr bólkaspælinum í Europa League. Tann dysturin verður leiktur 10. december.

Tú fekk tína debut fyri besta liðið hjá AaB í donsku steypakappingini móti AC Horsens í apríl, hvussu føldist tað?

Tað var sjálvandi deiligt at vísa hvat dugur er í mær, men eg fekk ikki nakra dreyma debut, haldi eg sjálvur.

Áðrenn tú fekk tína debut drógst tú við einum skaða í fótinum, hvussu darvaði hetta tína ætlan um at sleppa inn á besta liðið?

Eg hevði vant sum svakur og føldi meg væl fyri, men so fekk eg ein snudd í økulin undir einum dysti við næstbesta liðnum hjá AaB ímóti FCK og tað hevur kostað mær nógva tíð her í AaB. Eg havi enn smávegis trupulleikar av snuddinum, ið er sera keðiligt.

Hvør er besti leikari á liðnum hjá tykkum?

Tað er sikkurt vinmaðurin – Rasmus Jønsson. Hevur ikki spælt 1 min í heyst fyri AaB vegna skaða. Hann spældi næstan alt kappingarárid 2013/2014 og haldi eg sjálvur hann var ein av lyklaleikarunum til danska meistaraheitið.

Hvussu eru vónirnar fyri Europa? Og Superligaen?

Tað er jú ótrúliga stuttligt at spæla Europa League fótbólt og vit standa sum nú er til at spæla okkum víðari sum nr 2, um vit vinna seinasta dystin ímóti Rio Ave.

Viðvíkjandi donsku kappingina hava vit ikki liva upp til sama støði sum í fjør, men vit fara at gera alt fyri at koma longur upp og berjast um plássini har tað er stuttligt at vera.

Hvussu er støðið í AaB samanborið við Aberdeen?

Støði er nakað tað sama, haldi eg. Í Skotlandi er tað meira sparka og renn, meðan í Denmark spælur man nógv meira bólt. Hetta er eisini serliga eyðkenni fyri AaB, at tað verður dentur lagdur á at spæla bólt.

Aalborg er størsti býur í Nordjylland og serliga kendur fyri Jomfru Ane Gade, hvussu dámar tær Aalborg sum bý?

Aalborg er ein fantastiskur býur sum hevur alt – ein veruligur ungdómsbýur, ið er sera nógv merktur av teimum mongu universitetslesandi. Vit sleppa ikki at ganga í byin, men tá ein hevur fríð, so gongur leiðin ein túr á Gaden at fáa sær eina øl ella báðar tvær.

Vetrarstøðgurin stendur fyri durum, hvussu skal hann nýtast?

Eg fari heim til Føroyar at nýta lívið saman við familjuni og mínum vinum, sum eg havi ótrúliga nógv brúk fyri akkurát nú. Eg havi ikki spælt nakað serligt her og tí skal eg eisini seta meg niður saman við minum agenti og tosa um hvat planurnar eru fyri 2015. Eg mangli spælutíð, so rokni næstan við at eg skal leigast út til komandi ár! Havi fingið fleiri fyri spurningar og tað farið eg so at taka støðu til um jólini.

Hvussu heldur tú TB fer at klára seg í Effodeildini í 2015?

Eg eri sera sera spentur, um at fylgja við TB í 2015! Teir hava fantastiskar umstøður á Tvøroyri, so nú er einki at grenja um meira. Eg vóni, at leikarir sum Rógvi, Martin, Teitur Olsen og Ivan fara at taka ábyrgd, sum allir teir óroyndu leikarnir kunnu stuðlað sær upp at.

Vóni, at Steffan og Andrias sleppa at verða partur av hópinum longu nú í 2015, so teir báðir ungu evnaríku dreingirnir kunnu venja seg við vaksnamannafótbólt og longu fáa nakrar smakkiroyndir av hvat tað hevur at bjóðað uppá.

Vit takka Gilla fyri hugnaliga prátið og ynskja honum góða eydnu framyvir í Aalborg Boldspilklub.