Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Raske drenge HB at vinde, det er vor lyst

| 20/05/12

TB rann HB um koll við Stórá, og sigurin var ruddiliga uppiborin

Sum kolandi ódn, komu TB álopini ýlandi móti HB málinum. Hjá havnamonnum ráddi bert um, at halda fast, skuldu teir ikki blíva blástir líka út í høllina. TB fekk longu mál eftir fimm minuttum, og so var grundarlagið lagt, fyri søguliga sigrinum móti HB. TB vann, fult uppiborið, 4-2 við Stórá í dag. Hetta er triðji dystur hjá TB við Stórá,  og allar hevur TB vunnið.

Við 1-3 ósigrinum í 1. umfari av Løgmansteypakappingini móti HB í huga, væntaðu tey flestu, at TB fóru at leggja varliga fyri við Stórá í dag. HB var greiður favorittur, og tað vóru teir eisini í 1. umfari av steypakappingini, sum tó varð spældur í Vági.
Nú hevur TB nýggjan leikvøll, og er hann tann størsti og vakrasti í landinum. Heimavallareffektin, tykist eisini longu at hava sligið til, tí TB hevur ikki tapt á vøllinum higartil. Hetta hóast mótstøðuliðini, øll somul, undan kappingini, vórðu spádd at liggja í oddastríðnum í Effodeildini í ár. Fyrst vitjaðu ÍF, og tá vann TB tepurt, og við stórum hepni. Síðani komu toftamenn á vitjan, men eisini teir fingu ein brest. Í Dag kom giganturin, og gamli arvafíggindin, HB á vitjan, og mín sann, um ikki eisini teir blivu vístir av oynni aftur, við andlitsbráum, súrari enn hosurnar teir spældu í.

Blesur hart við Stórá
Tað er ikki bara vindurin, sum kann blása hvassliga inni við Stórá. TB megna, við sínum gørpum á vøllinum, at blása við megi, sum best kann metast við kolandi ódn. Slíkt ódnarveður kom HB í, og teir klóraðu seg til hálvleiks, bert trý mál aftanfyri. Fyrsta málið kom longu eftir fimm minuttum, tá eitt innlegg frá Gilla á vinstra vongi, sleppur at ferðast yvir allari HB verjuni, til Bojan Timic, sum stóð leysur eitt sindur aftarliga í brotsteiginum. Bojan var so mikið leysur, at hann kundi smekka til beinanvegin, men hann valdi at temja, og síðani leggja bóltin upp undir nettakið. Nú hildu nøkur møguliga, at TB fóru at taka seg aftur á vøllin, sum teir gjørdu móti ÍF, men so bleiv ikki. TB helt á fram við at pressa langt frammi á vøllinum, og HB fekk ikki eitt einasta bein til jørðina. TB leikararnir vóru sera ágrýtnir, og tað hóvaði ikki havnamonnum, sum næstan máttu út um linjuna at skifta meining. Inni á vøllinum var TB fyrst á øllum bóltum, og fekk heimaliðið tí eisini fleiri heilt stórar møguleikar.

Gilli rætt og slætt terroriseraði høgru síðu hjá HB, og teir fingu ikki eitt bein til jørðina. Sera flott avrik (Mynd: Astrid Vestergaard)

Gilli vísti klassa
Umframt Bojan Timic, so var Gilli Sørensen eisini í avgjørdum stórformi. Hann fullkomuliga spældi runt við høgru síðu hjá HB, og hvørja ferð hann fekk bóltin, hendi okkurt vandamikið frammanfyri HB málinum. Tá 18 minuttir vóru spældir, var Gilli aftur í gongd, og hesaferð átti Vagnur Mohr Mortensen tørn, til at hyggja at, meðan Gilli feyk framvið honum. Gilli fekk nú Rógva Holm móti sær, og eisini hann bleiv spurtaður í senk, áðrenn eitt hart innlegg bleiv skotið, tætt undir málinum. Jákup Slættalíð sá vandan, og royndi at skalla burtur, men hann rakti bóltin illa, so at hann stakk undir tvørtræið og í mál.
Eftir 25 minuttir kundi sami Gilli og Bojan skora í sama álopi, tá HB onkursvegna fekk forða fyri einum dupultum møguleika hjá TB.
Sjey minuttir seinni, tá skuldi tó ganga frægari. Gilli vann sær eitt vandamikið fríspark, sum Alex dos Santos framdi, og Gilli skuldi sjálvur taka. Hann gjørdi seg til reiðar, og legði síðani bóltin í einum bleytum boga yvir múrin, og í mál. 3-0 til TB. Og so var HB skelkurin totalur. Bæði Hanus Mortensen og Igor Grkajac kundu lættliga hava økt enn meira um munin, men Teitur Gestsson vísti meistarligt spæl. Keðiligt fyri HB, at hansara avrik ikki eggjaði útileikarunum til meira, men gott fyri TB.

Brendu møguleikarnir
Móti endanum av fyrra hálvleiki, kom HB til nakrar møguleikar, eftir at innlegg komu úr vinstru síðu, og tann størsta fekk Rógvi Holm. Símun Samuelsen, slapp at fáa pláss úti í borðinum, og innleggið til handaru stong skuldi bara setast inn, men onkursvegna rakti Rógvi bóltin heilt skeivt. Sum heild rakti HB skeivt, á so nógvar mátar í dag, og tað skuldi bara blíva verri, áðrenn tað so endaði væl frægari hjá gestunum.

Bojan Timic var ein støðug hóttan móti HB, og er TB ein hollur stuðul

Toppskjúttin slóg til
Tá HB hevði roynt at trýst TB, fyrstu løtuna av ørðum hálvleiki, svaraði TB aftur, við at økja til 4-0. Altíð vandamikli Bojan Timic fór, við einum av sínum mongu driblitúrum, gjøgnum alla HB verjuna. Einsamallur við Teiti, legði Bojan bóltin, í ein bleytan boga, framvið honum og í málið. Sostatt var hetta seinna málið hjá Bojan, og fjórða samanlagt.

Trektu seg aftur
Við fýra málum á muni, og meginpartin av dystinum runnum, valdi TB venjarin, Milan Kuljic, at geva spælitíð til Bárður Dimon, Poul Ingason og Teit Justinussen, meðan Dan Mortensen, Igor Grkajac og Martin Tausen sluppu at hvíla seg. Allir bardust og kempaðu væl, men HB fekk heilt nógv spæl, og komu til nakrar stórar møguleikar. Tað bleiv tó ongantíð lætt hjá havnamonnum, tí verjan stóð sera stinn, og Ivan Stojkovic var árvakin aftanfyri verjuna eisini. HB megnaðu tó at fáa tvey mál móti dystarenda, og harvið pynta eitt sindur um úrslitið, men meira enn pynt bleiv tað tó ikki til.

Fult uppiborið, og imponerandi
Fleiri av fjepparunum hjá øðrum feløgum tosaðu gjøgnum dystin, hvussu fantastiska væl TB leikararnir kempaðu og arbeiddu fyri hvør øðrum, og undirritaði má bara siga, at hann er púra samdur. Tað var sera imponerandi at síggja, og hugaligt eisini, at teir ungu, sum komu inn, heilt skjótt blivu innlimaðir í skipanina, og røktu sínar uppgávur til fulnar.
Samanum tikið, so var dysturin framúr væl spældur, frá fyrsta bríksli, og TB rakti taktiska uppleggið so dyggiliga rætt. Ein sera sera væl útførdur dystur, sum uttan iva fær givið HB nøkur álvarslig ting at hugsa um. Teir hava nú tapt seinastu tríggjar dystirnar við 12 málum móti, og tað er ikki heilt vanligt í risa felagnum úr Havn.
Hjá TB er tað hinvegin talan um, eina sera positiva bylgju, vit nú ríða á, og tað ræður um at gera sær dælt av hesum. Momentið er okkara…Takið tað dreingir, og drívið á !!!

HAGTØL
Effodeildin – 9. umfar

TB-HB 4-2 (3-0)
1-0: Bojan Timic (5.)
2-0: Jákup Slættalíð (18.) (s.m.)
3-0: Gilli Sørensen (32.)
4-0: Bojan Timic (63.)
4-1: Jákup Slættalíð (78.)
4-2: Jógvan A. Nolsøe (83.)

B68-EB/Streymur 1-2 (1-1)
0-1: Arnbjørn Hansen (25.)
1-1: Christian Høgni Jacobsen (31.)
1-2: Leif Niclasen (70.)

Hinir dystirnir verða spældir í morgin, og eru teir hesir:

Víkingur-KÍ
FC Suðuroy-ÍF
NSÍ-B36

Viðmerkingar

  1. TB FAN

    Hví, hví, hví kundi je ikki hoyra hetta live í tb studio 🙁

    • Niels Petersen

      Okur mugu fáa ein avloysara til tøknningin hjá okum, so hetta ikki kemur fyri aftur.

      Okur hava annars tann besta tøkningin í landinum, men hann er upptikin í Havn viðhvørt.

      Kanska onkur bjóðar seg fram, at hjálpa okum, tá Ragnar ikki kann?

  2. boas nitschke

    *Gott TB!!

    heilsan ur Islandi