Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Reidar nýggjur formaður

Reidar nýggjur formaður

| 12/01/20

Á aðalfundinum í vikuni bleiv nýggjur formaður í Tvøroyrar Bóltfelagi valdur. Reidar Simonsen hevur tikið við sum nýggjur formaður, eftir at Henrik Thomsen ynskti at lata stafettina víðari.

Umframt broytingar í starvsnevndini, so vóru eisini broytingar í hinum nevndunum, millum annað í ungdómsnevndini har tríggir nýggir limir skuldu finnast.

Í starvsnevndini er Reidar formaður og Jan Ole Farstad næstformaður.

Hans Olaf Johannesen er formaður í fótbóltsnevndini og Thorbjørn Hermansen loysir Ronnie Midjord av.

Í ungdómsnevndini vóru trý nývald; Maureen Arnadóttir, Elvis Leo og Henrik Thomsen, sum avloysa Evu Bech Midjord, Miu Krog Sørensen og Steen Hjartan Sørensen. Ungdómsnevndin hevur skipandi fund týskvøldið.

Eini 30 fólk møttu á aðalfundinum tórskvøldið við Stórá.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing