Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Salmundur til U21-landsliðsvenjing

Salmundur til U21-landsliðsvenjing

| On 14, Mar 2017

Eli Hentze landsliðvenjari hjá føroyska U21 landsliðnum hevur úttikið ein hóp á 26 mans, ið skulu til venjingarlegu 24.-26. mars 2017.

Í hesum hópinum finna vit ein av okkara egnu leikarum, Salmund Bech. Salmundur hevur leikt 43 dystir í Effodeildini og skotið 12 mál í hesum dystunum hevur umboðað FC Suðuroy og Tvøroyrar Bóltfelag alt sítt fótbóltslív.

Í ár er Salmundur eisini partur av TB/FC Suðuroy/Royn samstarvinum. Í ársins fyrsta dysti gjørdi hann tað annað málið, ið førdi til 2-1 sigurin móti ÍF.

Vit ynskja Salmundi góða eydnu.

Myndina hevur Bjartur Vest tikið til dystin millum TB/FC Suðuroy/Royn og ÍF í fyrsta umfari av Effodeildini.