Samrøða við Eirik

TB heimasíðan hevur hitt fámjiningin, Eirik Magnusarson til eitt stutt prát um kappingarárið og fyrireikingarnar til tess. Samstundis kunnu vit boða frá, at Páll Guðlaugsson er komin aftur til Tvøroyrar og stendur nú fyri venjingunum fram móti kappingarbyrjan.

Hvussu sært tú aftur á kappingarárið í fjør?

Eg haldi, øll kunnu vera glað fyri kappingarárið í fjør, vit vunnu deildina klárt, spældi fínan fótbólt tað mesta av tíðini og allir vísti góðan vilja. Eg haldi, at eina grundin til at alt gjørdist so nógv lættari í fjør var, tí at næstan allir vóru nøkulunda javngamlir, kendu hvønn annan og hava spælt saman allan vegin uppeftir til vaknamannadeildina. Eisini vóru nógvar, góðar, og harðar venjingar við til at leggja grundarlagið fyri væleydnaða árið.

Hvussu er hópurin fyri nú tit hava vant gjøgnum veturin?

Hópurin er okay fyri, men enn skal nógv til, men tað hava vit eisini tíð til.

Hvussu letur Páll at forminum tit eru í, eftir dunnu og rís à la mande?

Eg veit ikki, men vit venja í øllum førum sera hart og nógv, tá er tað skjótt at koma í rætta formin.

Hvat eru vónirnar fyri 2015?

Vónirnar eru góðar! Eri vísur í, at vit kunnu gera tað nógv betur, enn seinast vit vóru í Effodeildini.

Hvør gerst føroyameistari í Effodeildini í ár?

Tað er alt ov ringt at svara uppá longu nú.

Størstu talentini hjá TB í løtuni?

Gudmund, Hávar og Regin kunnu gerast sera góðir fótbóltspælarar. Teir hava evnini og skjótleikan. Teir mangla tó eitt sindur av kjøti á kroppin og nakrir ordiligir dystir í beinini! 🙂

Heimasíðan takkar hjartaliga fyri, at Eirikur gav sær stundir at svara spurningunum.

Scroll to Top