Samstarvsavtala við Eik

Í gjár var samstarvsavtala gjørd við Eik Banka, ið umfatar nýggja samstarvinum millum Tvøroyrar Bóltfelag, FC Suðuroy og Bóltfelagnum Royn.

Í samband við avtaluna, ið varð undirskriva av Róin Schrøter og Henrik Thomsen, segði Róin soleiðis:

– Tað er umráðandi fyri okkum, at vit kunnu verða við til at stuðla samstarvinum, og eisini ungdómsarbeiðinum. Vit hesi avtaluni stuðla vit einum samstarvi, ið er virki í lokaløkinum her suðuri, og hóskar hetta væl saman við okkara virkisøkið innan fíggjarliagar tænastur til vinnu og privat.

Henrik Thomsen fegnaðist um avtaluna, ið er gjørd við ein sterkan samstarvsfelaga:

– Vit eru glaðir fyri aftur at hava góðan og sterkan samstarvsfelaga, sum hevur álit á, at tað vit gera í fótbóltinum her suðuri, er ein seriøs og miðvís langtíðarætlan.

Á myndini, ið Rúni Thomsen hevur tikið, síggjast Róin Schrøter (t.v.) og Henrik Thomsen tá avtalan varð undirskriva.

Scroll to Top