Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Sáttmálar skrivaðir í dag

Sáttmálar skrivaðir í dag

| 05/02/15

Í dag hevur Tvøroyrar Bóltfelag gjørt sáttmála við teir báðar íslendingarnar, ið hava verið og royndarvant við felagnum seinastu tíðina.

Talan er um teir báðar Reynir Magnusson og Andri Freyr Bjørnsson, sum sostatt verða partir av hópinum fyri 2015. Reynir, sum er miðverji umframt miðvallari, er 22 ára gamal og Andri, sum kemur at leika í vinstrusíðu, er 28 ára gamal.

Á myndunum omanfyri síggjast teir báðir taka lógvatak saman við formanni felagsins, Egil Olsen.

Um vit fara aftur í søgubøkurnar munnu nógvir TB fjepparir minnast, at TB hevur hepnast væl við íslendingum og vónandi fara hesir at hepnast okkum væl í missiónini sum liggur fyri framman.