Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Sáttmáli gjørdur við Salmund

Sáttmáli gjørdur við Salmund

| 12/12/17

Hart arbeiðandi, ungi porkeningurin verður eisini partur av Effodeildarliðnum hjá TB/FC Suðuroy/Royn í 2018. Formaður Tvøroyrar Bóltfelags, Henrik Thomsen og Salmundur Bech skrivaðu undir sáttmála fyri 2018 í vikuni.

Felagið fegnast um, at Salmundur eisini verður partur av besta fótbóltsliðnum í Suðuroynni í komandi árið.

Í kappingarárinum 2017 leikti Salmundur 15 dystir og gjørdi eitt mál. Áðrenn farna kappingarár, tá liðini í Suðuroynni gingu saman um fótbóltssamstarvið, leikti Salmundur fyri TB og var hann ein av lyklaleikarunum í 2016-kappingarárinum, tá leikti hann 28 dystir og gjørdi átta mál.