Sáttmáli skrivaður við Ndende

Sum liður í at brynja Tvøroyrar Bóltfelag til komandi kappingarár hevur nevndin arbeitt miðvíst og nú er sáttmáli skrivaður við ein gamlan kenning hjá felagnum.

Venjaraspurningurin var loystur longu tá kappingin í ár endaði og nú kann Tvøroyrar Bóltfelag so kunngera, at sáttmáli er skrivaður við Ndende Adama Guéye. Ndende er eitt kent andlit í føroyskum fótbóltshøpi – hann hevur verið partur av føroyska fótbóltsheiminum síðani 2008.

Ndende var partur av Tvøroyrar Bóltfelag í 2013, tá tað tíverri ikki eydnaðist okkum at varðveita sæti í Effodeildini. Hann fór síðani til KÍ og hevur nú gjørt av, at tørna út fyri svørt-hvítu troyggjuni aftur.

Vit ynskja Ndende hjartaliga vælkomnan heim aftur til Tvøroyrar.

Scroll to Top