Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Seinasti dystur í ár

Seinasti dystur í ár

| 25/10/13

Tað er greitt áðrenn okur fara í holt við seinasta leikumfar, at stórtsæð onki er at spæla fyri. Víkingur liggur á einum tryggum 4. plássi og kunnu við einum sigri røkka bronsukrónunum.

Eg haldi ikki eg taki munnin ov fulla, tá eg sigi at málsetningurin hjá Gøtu og Leirvíksmonnum er rokkin. Teir vunnu steypakappingina og hava harvið tryggja sær luttøku í Evropa. Víkingur lá leingi og stríddist í botninum saman við TB, men á Ólavsøku settu teir alt upp á pláss, og otaðu seg spakuliga úr botninum.

Hjá TB hevur árið verið ein langur niðurtúrur. Avrikini hava ikki verið samførandi í fleiri dystum, og tí liggja okur har sum okur liggja. Ein kann ikki annað enn síggja veruleikan í eyguni, tí stigatalvan lýgur ikki.

Undan dystinum er Ingason leikbannaður. Ein kann ikki lasta dronginum fyri at fáa sítt kort nummar 5 í Gundadali, tí um ein ikki átalar einari slíkari skarnsgerð ið var framd móti TB, so er illa vorið.

Óli Johannesen verður tøkur aftur eftir leikbann, og annars er alt við tað vanliga.

Gleðiligt hevði verið at sæð nógv fólk til dystin, fyri at geva okkara monnum mót til næsta ár. Heimasíðan ynskir øllum ein góðan dyst og takkar fyri eitt drúgt og turbulent kappingarár.

Okur koma sterkt aftur í 2015.

Einaferð, altíð!