Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Seinni dysturin móti argjamonnum í morgin

Seinni dysturin móti argjamonnum í morgin

| 13/06/14

Í morgin kl. 15:00 skal TB undir triðseinasta dyst undan summarsteðginum. AB kemur á vitjan og hóast AB er at finna miðskeiðis á stigatalvuni, so er tað eitt felag, sum kann geva einhvørjum liði ein skarpan gang!

17/5 vann AB 3-0 á heimavølli móti upprykkingarkandidatunum úr 07 Vestur. 7/6 máttu grannar okkara úr FC Suðuroy lúta fyri teimum í einum 2-1 ósigri á Eiðinum og fyrradagin vóru tað Víkingarnir, ið vórðu flongdir av á Argjum við einum lemjandi 7-0 tapi!

Hugsast kann, at argjamenn hava fitt av sjálvsáliti við suður, eftir hesar dystir. Havast skal tó í huga, at felagið eisini er umboðað í Effo-deildini og tí, serliga á heimavølli, kann gera sær dælt av spælarum, ið dagliga spæla í deild við størri avbjóðingum á skránni.

Hetta eigur tó ikki at darva okkara spælarum eftir 14 sigrum á rað og einum javnleiki. Miðlarnir raknaðu eisini endiliga við fyrradagin, tá okkara kæra felag fyri einaferðs skyld ikki megnaðu at fáa fulla úrtøku og skrivað varð um dystin á fleiri støðum. Lítið og onki hevur annars verið at frætt higartil í ár, hóast TB var ósigrað í 7 venjingardystum, einum dysti móti Effo-liði, ið noyddist út í brotssparkakapping og 14 sigrum á rað í fyrstu deild!

Nú fara vit undir 16. leikumfar – tað vil siga at við dystinum í morgin, eru einans 17 dystir eftir og vit eru longu 19 stig frammanfyri nummar tvey, FC Suðuroy. Tað krevst ikki tey stóru ímyndarligu evnini til at hugsa sær til, at ikki nógv væntar í at tryggja okkum upprykking til ta deildina, vit so gjarna vilja vera ein partur av, Effo-deildina.

TB leikararnir og venjarin, vilja tó gera arbeiðið liðugt! Teir vilja vinna deildina, við so nógvum stigum sum yvirhøvur gjørligt! Til tað krevst fokus og tað hava okkara menn víst ferð aftaná ferð at teir megna at halda.

TB man vera tað felagið í fyrstu deild, ið hevur langt teir flestu áskoðararnir til heimadyst. Fyrradagin vóru gott 400 fólk inni við Stórá og hugdu. Tað bæði hoyrdist og sást hjá okkara leikarum og var tað við til at lyfta teir upp móti dystarenda og til at skava okkum tað eina stigið frá grannunum! Áhugin fyri felagnum er stórur á Facebook, ja eg vil fara so langt sum til at siga, at onki annað felag hevur ein so virknan bólk. Her á heimasíðuni merkja vit eisini at áhugin veksur stórliga!

Lat okkum lata hetta koma til sjóndar í morgin kl 15, tá leikarar okkara enn einaferð fara á vøllin at umboða felag, fólk og bý!

Einaferð TB – altíð TB!