Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Seks leikarar afturat longja við TB

| 07/01/12

Síðan vit seinast skrivaðu um leikarar, ið hava skrivað undir sáttmála við TB, hava ikki minni enn seks aðrir leikarar skrivað undir sáttmála við aldursforsetan. Talan er um fjølbroyttir leikarar, og serliga spennandi er at frætta, at gylta serbiska trioin, Ivan, Dmitrije og Bojan teljast millum hesar. Fyrireikingarnar ganga væl hoyrist frá starvsnevndini, og tað verður arbeitt av øllum alvi við at skapa ein breiðan og sterkan hóp.

Umframt teir tríggir serbarnir, sum vóru nakrir kolossar av týdningi fyri felagið í fjør, so hevur TB eisini tryggjað sær teir tríggjar unglingarnar, Petur Mortensen, Hugin Albinus og Ragnar Joensen. Hesir koma allir at kappast um plássini í besta hópinum, og spennandi verður at síggja, hvussu fer at hilnast teimum. Allir hava teir nógv góð ár fyri sær, og vit ynskja teimum alt tað besta framyvir.

Kendir útlendingar styrkja væl
Teir tríggir, Ivan Stojkovic, Dmitrije Jankovic og Bojan Timic verða allir við í TB í ár, og hetta er til at gleða seg stórliga yvir. Teir vístu óhugnaliga styrki í nógvum avgerandi løtum í fjør, og má tað tí sigast at vera virðismikil styrkur at fáa aftur, nú uppgávurnar møguliga gerast eitt sindur truplari. At tað er talan um leikarar, sum allir kenna til Føroyar og føroysk viðurskifti eigur at verða okkum til fyrimuns, tí tað skal ikki brúkast eins nógv tíð at venja seg við nýggja landið og annað, sum í byrjanini kann tykjast trupult hjá einum tilflytara.

Skal man taka nakran burturúr, so má man nevna Bojan Timic, ið má sigast at vera gull verdur. Teir átta dystirnar hann náddi at spæla fyri TB í fjør, skoraði hann ikki minni enn 10 mál, og tað er heilt í ordan hagtøl at vísa á.

Bojan Timic - Áloypari - 8 dystir í 1. Deild - 10 mál

Ivan Stojkovic - Málverji - 130 dystir í 1. Deild - 11 steypadystir

Um man hyggur yvir alt kappingarárið, so kemst ikki uttan um, at nevna teir báðar klepparnar í verjupartinum. Ivan, sum við nøkrum ómenniskjaligum bjargingum mangan helt TB tyngru meðna vágskálina, og stóð sum í berginum, tá harðast leikaði á. Ivan hevur vart málið hjá TB síðan í 2007, og fryntligi serbin er nú at kalla føroyingur í fótbóltshøpi.

Verjuleikarin, Dmitrije, sum umframt at vera ein múrur av rástyrki, skipaði saman við Heina Mortensen, eina verjuketu, ið var sera sterk. Hansara drúgvu royndir, saman við ágrýtna og sera dugnaliga unga tvøramanninum virkaði framúr væl, og í síðsta enda rakk tað eisini til uppflytingina, sum var evsta mál felagsins. Umframt at verja, megnar karismatiski verjuleikarin eisini væl at finna vegin fram til málmeskarnar. Heili átta ferðir var hann at finna millum málskjúttarnar í fjør. Vónandi fer at gangast felagnum og honum líka væl í komandi kappingarári.

Dmitrije Jankovic - Miðverji - 27 dystir í 1. Deild - 2 steypadystir - 8 mál

Tríggir spennandi unglingar longja
Teir tríggir, Petur Mortensen (21 ár), Hugin Albinus (19 ár) og Ragnar Joensen (18 ár) eru leikarar, sum hava góð fótbóltsevnir, og sum felagið væntar, fara at banga á dyrnar til besta hópin í ár. Fyribils hevur Petur Mortensen fingið flest dystir a besta liðnum, teirra millum, men arbeiði og lestur gjørdu at hann ikki fekk vant nøktandi. Tí fekk Petur ikki meira enn 9 dystir á besta liðnum í fjør.

Petur Mortensen - Vongur - 65 dystir í 1. Deild - 19 í 2. Deild - 4 steypadystir - 12 mál

Ung talentir eru á veg, kann man passandi siga, tá man tosar um Hugin Albinus og Ragnar Joensen. Hesir hava evnir, sum røkka langt, og um teir arbeiða hart fyri teimum, kunnu teir eisini náa teimum. Men tað kemur ikki lættliga, og uttan mangar harðar venjingar. Báðir hava teir verið á fleiri ungdómslandsliðum, og tað átti at talað sína greiðu søk. Drívið á tit ungu garpar, evnini hava tit, tað er øllum greitt.

Hugin hevur enn sín fyrsta dyst til góðar á besta liðnum, meðan Ragnar hevur fingið tveir dystir higartil. Komandi árini koma hesir uttan iva at vera við til at mynda fótbóltin á Tvøroyri, og tað er upp til teir sjálvar, hvat støðið verður. Trúgvin á egnan mátt er málið tit røkka hægstu rók, og so er at fara til verka við góðun hugi.

Ragnar Joensen - Miðverji - 2 dystir í 1. Deild - 32 í 2. Deild - 1 steypadyst

Hugin Albinus - Málverji - 14 Dystir í 2. Deild

 

Fyrra grein

Ongar eldri greinar

Viðmerkingar

  1. jarmund michelsen

    hugin er 19

    • Niels Petersen

      Tað er nú rættað Jarmund. Rætt skal eisini vera rætt 🙂