Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Seks mál og tvær útvísingar

| 25/04/12

Bjørgvin var ein støðug hóttan móti B36 verjuni, og tey tvey málini hann fekk, hevði hann væl uppiborið

Tað bleiv ein undirhaldandi fyrsti dystur á nýggja vøllinum við Stórá í dag. U-16 liðini hjá TB/ROYN og B36 vístu í løtum gott spæl, og vit fingu heili seks mál og tvær útvísingar í dystinum.

B36 høvdu hepni við sær, og serliga í fyrsta hálvleiki gekk væl hjá havnarmonnum. Okkara kunnu hinvegin ikki reypa sær av, at teir spældu sín besta fyrsta hálvleik í ár. Í seinna hálvleiki gekk tó munandi betur, og vóru okkara meira neyvir, kundu teir møguliga javnað.
Tað byrjaði annars við, at liðini vóru jøvn, men aftaná nakrar minuttir, byrjaðu okkara at gera nakrar stórar feilir, og B36 tók dyggiliga av møguleikunum.

Tá liðini fóru til hálvleiks, var støðan 3-0 til gestirnar, og so var mótbrekkan stór. Onkursvegna fekk venjarin, Sveinbjørn Danielsson vent hugburðinum hjá leikarunum, og leikararnar fóru nú at spæla meira skipað. Eftir einari løtu fingu okkara eitt brotspark tillutað, og tað tók Bjørgvin Sveinbjørnsson sær trygt av. Løtu seinni skoraði Bjørgvin aftur, og nú var bara eitt mál á muni. Hesa løtuna fram til móti endanum av dystinum, var tað heimaliðið, ið oftari var framvið, meðan gestirnar hildu seg longuri afturi, og dúvaðu á skjót mótálop.

TB/ROYN megnaði ikki at skora fleiri mál í dystinum, men tá B36 einaferð móti endanum fara fram, eydnast tað teimum at økja um leiðsluna, og í veruleikanum avgera dystin. Tá hevði staðið hart á eina góða løtu, og var tað tí ein øðiligur lætti hjá teimum. Fleiri mál komu ikki í dystinum, men í tveimum førum, noyddist dómarin í lumman eftir reyða kortinum. Fyrsta kortið fall til B36 leikara, sum slóg Bjørgvin í andlitið, eftir at evnaríki hvalbingurin hevði sett eina heldur harða takling inn. Dómarin var ikki í iva, og vísti B36 leikaran av vøllinum. Løtu seinni fór okkara Luka Radosavljevic eisini somu leið, og var hetta fyri óregluliga at steðga einum mótálopi.

Sostatt vann U-16 liðið hjá B36 tann fyrsta landskappingardystin, sum spældur er á leikvøllinum við Stórá. Hetta var samstundis síðsti dystur í bólkaspælinum hjá U-16 dreingjunum, sum nú fáa ein lítlan steðg, áðrenn byrjað verður aftur um nakrar vikur.