Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Sera týdningarmikil dystur sunnudagin

Sera týdningarmikil dystur sunnudagin

| 10/08/16

Sunnudagurin kann blíva byrjanin uppá yvirlivingina í Effodeildini. Argjafressar koma á vitjan við Stórá og talan verður um eina rætta seks stigs uppgerð, tí bæði liðini liggja í tyngra endanum av deildini, men tó so hava vit munin.

Ein sigur til okkum gevur okkum veruliga luft niður til AB og B68, tí sum støðan er í løtuni so hava vit (saman við Skála) 17 stig, meðan AB og B68 hava ávikavist 9 og 7 stig. Trý stig móti AB koma at hava fleiri ting við sær – vit fáa sjálvandi trý týdningarmikil stig inn á kontoina, vit leggja størri frástøðu til vandamiklu niðurflytingina, vit fáa meira sjálvsálit og trúgv uppá tingini og byrja endan av kappingarárinum har vit eisini fara at møta B68 og Skála á heimavølli.

Dysturin móti HB er farin í gloymskuna og nú umræður AB dysturin, har trý stig kunnu gerast avgerandi fyri staðfesta okkara støðu í Effodeildini.

Samstundis fáa vit ein stóran part av teimum sjey leikarunum, ið máttu hyggja at móti HB, við aftur. Fyrst og fremst teir leikbannaðu og útlántu HB’arnir – hvussu verður við skaddu leikarunum er ilt at siga fyri vist.

Dysturin verður við Stórá kl 15:00, dómari verður Petur Reinert. Seinast Reinert dømdi ein dyst hjá okkum var á Skála, tá vit vunnu 1-0.