Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Sevmýri kemur okkum til hjálpar

| 08/05/12

Frá byrjan, hevur Sevmýri verið tryggi karmur barnara, og leygarmorgunin verður vøllurin aftur fullur av lívi, tá ein rúgva av børnum fara at kappast og stuttleika sær á gamla leikvøllinum. (Mynd: Bárður Hansen)

Komandi vikuskifti verður stovningardagurin hjá TB hátíðarhildin á Tvøroyri. Nógvur fótbóltur er sjálvandi á skránni, umframt annað. Dystirnir verða so nógvir, at nýggi vøllurin við Stórá ikki rúmar øllum dystunum, men TB hevur enn ræðið yvir vøllinum  á Sevmýru, og verður hann tískil tikin í brúk aftur leygarmorgunin.

Dystirnir verða spældir soleiðis leygardagin:

Á Sevmýri :

Klokkan 9.30     – Dreingir U10

Klokkan 11.00   – Gentur U10

 

Við Stórá :

Klokkan  9.30  – U16
TB/Royn – ÍF

Klokkan 11.00 – U14
TB/royn – ÍF

Klokkan 12.45 – 2. deild
TB – Royn

Klokkan 15.00 – Effodeildin
TB-B68

Dysturin í Effodeildini verður útvarpaður av TB Studio, og tað fer sjálvandi fram, gjøgnum heimasíðuna hjá Tvøroyrar Bóltfelag.

Viðmerkingar

  1. Tummas Hansen

    Tit hava ikki loyvi at nýta vøllin á Sevmýri til nakran fótbólt 🙁
    Allir sand vallir eru bannaðir frá 2011 at rokna av FSF !!!!

  2. Hvar finnur man TB Studio?

    kundi gott hugsa mær at lurta eftir dystinum millum TB og B68.

    • admin

      Tað kemur inn á her á síðuna, tá teir eru klárir. So tað er bara at vera tolin 🙂