Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Síðsta grannauppgerðin

Síðsta grannauppgerðin

| 12/08/14

Hóast tað nú er sligið fast við sjey tumma seymi, at vit vera í Effodeildini í 2015, so er kappingarárið als ikki liðugt enn og ónsdagin verður seinasta grannauppgerðin á skránni.

Grannauppgerðirnar hava altíð havt ein serstakan dám yvir sær, líka mikið um tað so eitur VB, VB/Sumba ella FC Suðuroy, so hava hesir dystir fylt nógv millum manna.

Fyrsta dystin móti FC Suðuroy vunnu vit 2-0, tá gjørdu Ragnar Tausen og Teitur Justinussen málini fyri okkum.

Seinna grannauppgerðin var javnari og FC Suðuroy vóru á odda við tveimum málum, tá farið var til hálvleiks. Men so raknaðu okkara menn við og eftir einum góðum tíma fingu vit fyrsta málið. Hetta gjørdi Mikkjal. Langt inni í tíðini Lars Müller hevði lagt aftrat skorar Jákup útjavnandi málið og var hetta ein frálík løtu og stjala sigurin frá vágbingum í evstu løtu.

Einastu ferð vit hava mist stig í ár, higartil, var javnleikurin móti FC Suðuroy 11. juni, tá vit sum nevnt fingu ein javnleik í síðsta sekundið.

Ónsdagin er so síðsta grannauppgerðin á skránni fyri í ár, so er spurningurin bara um sunnanmenn ætla sær at fylgja við upp í Effodeildina, ella tað verður 07 Vestur, ið kemur upp saman við okkum.

Líka mikið hvat, so vænta vit ein góðan og spennandi dyst ónskvøldið, tá vit fara til Vágs og vónandi leggja trý stig aftrat kontoina.

Ragnar Joensen og Arthur vóru uttanfyri móti B36 vegna leikbann, men eru nú tøkir aftur.

Eisini verður hetta fyrsti dystur hjá Patrik móti sínum fyrrverandi felagi og skal sostatt standa yvir fyri sínum gomlu viðleikarum. Patrik hevur verið eyðsýndur í álopinum síðani hann valdi at venda aftur til barndómsfelagið. Patrik hevur higartil skotið eitt mál fyri okkum.

Dómarin ónskvøldið verður Ransin N. Djurhuus og sostatt verður tað altso ikki Lars Müller, ið annars hevur dømt hinar báðar dystirnar millum arvafíggindunum her í Suðuroynni.

Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 18:30.