1.07 Vestur
39
2.TB
38
3.KÍ
37
4.HB
33
5.EB/Streymur
32
6.Víkingur
25
7.AB
23
8.NSÍ
22
9.FC Hoyvík
17
10.B68
2
1.FC Hoyvík
34
2.Skála
32
3.B36
29
4.07 Vestur
27
5.KÍ
23
6.FC Suðuroy
19
7.TB
14
8.ÍF
13
9.MB
8
10.Víkingur
8

TB - FC Hoyvík
1 dag síðan
Leygardagin kl. 15:00
726
Vitjandi í gjár
531
Vitjandi hesa vikuna
4.181
Vitjandi hendan mánaðin
2.837
Vitjandi í ár
87.543
Vitjandi síðan 30. sep 09
93.512
Updatera: kl. 18:08
Stórt arbeiði fyri ungdóminum
Ungdómsdeildin hjá TB hevur gjøgnum ár og dag uppfostrað mangan bóltsnillingin, og hóast tíðirnar hava verið ringar, og støðan hevur verið trupul her suðuri, hevur ungdómsdeildin megnað at drigið ungdómin út á Sevmýri, fingið børnini aktiveraði, og á hendan hátt verið við til at ment tey til lívið.
Niels Petersen
nielsp78@hotmail.com
Aðalmál
Fótbólturin er ein kappingarítróttur, men hóast hetta fara vit altíð at hava fremst í huga, at øll ung skulu hava møguleika at luttaka, bæði í venjing og til kappingar.
Nevndin hevur sum uppgávu, at hon millum annað stuðlar undir venjingina eftir tørvi, og vegleiður venjararnar, herundir at upplýsa og ráðgeva um viðkomandi venjaraskeiðir.
Fótbóltsskúlin
Í nøkur ár hevur TB fyriskipað fótbóltsskúla, har DBU vegleiðari er við. Hetta er nakað, ið veruliga gleðir børnini, og tann góða vikan skúlin er, er Sevmýri á tremur við børnum frá morgun til myrkurs. Á hvørjum ári er eitt ávíst evni, ið er høvuðspunkt fyri fótbóltsskúlan, og fyri at nevna eitt teirra, høvdu vit afrikanskar rútmur tað eina árið.
Gongdin
TB hevur aftur í ár eitt vælvirkandi samstarv við hini feløgini í oynni, og ferðast teir ungu dúgliga millum venjingar á Sevmýri og vesturi á Eiðinum. Samanløgdu liðini eru í deildunum Dreingir og Smádreingir, og sigast má, at væl hevur hilnast. Í Dreingjadeildini er samanlagda suðuroyarliðið nærum ikki til at steðga. Ikki ein einasta dyst hevur liðið tapt í landskappingini, og í steypakappingini “Blaðberasteypið” kom liðið líka til finaluna, sum tíverri varð tapt móti HB. Í Smádreingjadeildini eru úrslitini eisini sera góð, og er liðið á einum góðum degi, ført at vinna á einum og hvørjum.
Piltadeildin hevur verið fyri svingandi úrslitum í ár, men koma hesir óivað sterkt aftur eftir summarsteðgin.
Hjá Smápiltadeildini gongur avbera væl, og hevur a-liðið vunnið allar dystir uttan tann eina.
Tikið samanum, eru vit heilt væl nøgd við úrtøkuna higartil, og eftir eina góða jóansøku, og eina góða summarferiu, bretta vit upp aftur ermar og fara ágrýtin til verka.
Hendan greinin stóð í Jóansøkublaðnum 2003
Tvøroyrar Bóltfelag – eitt virkið felag
Tann 13. mai 2003 fylti TB 111 ár. Men hóast høga aldurin er felagið virkið og í menning. Hvørja viku arbeiðir ein hópur av fólki fyri at fáa felagið at rigga og mennast: leikarar, venjarar og ferðaleiðarar. Fólk arbeiða, tá tiltøk eru á Sevmýru, onnur vaska TB-húsið og TB-klæðini, skipa fyri bingo, dansi, fáa lýsingarinntøkur til vega og mangt annað. Hetta arbeiðið er, saman við stuðlinum, sum TB fær frá einari røð av ymsum fyritøkum, og frá Tvøroyrar Kommunu, ein fortreyt fyri tað stóra virksemi, sum er í felagnum.
Seinasta kappingarár flutti TB niður í 2. deild eftir bara eitt kappingarár í 1. deild. Og tað er onki dulsmál, at TB seinnu árini hava fingið verri úrslit enn viðhaldsfólk ynskja av felagnum, men vónandi verður hetta broytt.
Eitt eyðkenni fyri TB hevur verið, at ein hópur av venjarum úr nógvum ymiskum londum eru komnir og farnir. Tann manglandi samanhangurin hevur ikki verið stimbrandi fyri menningina av felagnum. Í ár er Jón Johannesen høvuðsvenjara hjá 2. deild og 3. deild og hevur hann Pól F. Joensen at hjálpa sær. Tað er fyrstu ferð, at TB hevur hjálparvenjara til hvørja venjing. Hetta er gjørt fyri at betri møguleikar skulu vera fyri at gera servenjingar og fyri at allir leikarar skulu fáa sum mest burturúr venjingini. Venjingin higartil hevur verið væl skipað og undirtøkan og uppmøtingin til venjingina hevur verið betri enn í nógv ár. Nógvir leikarar, sum spældu við TB seinasta kappingarár, eru ikki við í ár – harímillum Óli Johannesen og útlendsku leikararnir. Men meðan TB hevði tað trupult í kappingini um Løgmanssteypið, hava úrslitini í 2. deild verið nøkulunda.
Tað krevur nógv av leikarunum at vera við í fremstu røð í dag. Munandi meiri verður vant nú enn bara fyri fáum árum síðani. Fyri at halda leikarunum til og fyri at fáa teir at trívast í felagnum, arbeiðir felagið tí alsamt við at betra umstøðurnar hja leikarunum.
Ungdómsdeildin hjá TB er sera virkin og hetta stóra arbeiðið skapar fortreytir fyri, at tey komandi árini hjá TB blíva betri enn tey seinastu. Endamálið hjá ungdomsdeildini er, at tað skal vera stuttligt og gott at spæla við TB. Øll skulu vera vælkomin á Sevmýru og venjingin hjá TB skal vera soleiðis skipað, at TB-leikarar fáa eins góðar møguleikar at mennast hjá okkum, sum í nøkrum øðrum føroyskum felag. Úrslitini eru eisini á einari góðari leið. Til dømis vann TB smápiltadeildina í fjør og bleiv nummar 2. í piltadeildini. Í ár hevur TB ungdómslið í smágentudeildini, gentudeildini, smápiltadeildini, piltadeildini, smádreingjadeildini og dreingjadeildini. Tilsamans spæla umleið 150 ungdómsleikarar við TB. Og talið av bæði gentum og dreingjum, sum vilja spæla fótbólt á Sevmýru, er alsamt vaksandi.
Ikki bara børnini, men eisini nógv foreldur eru sera áhugaði í ungdómsfótbóltinum. Tey eru trúgv at møta upp til bæði heima- og útidystum, eins og tey stuðla felagnum uppá aðrar mátar.
Í fjør luttóku piltarnir hjá TB í Dana Cup, ið bleiv hildin í danska býnum Hjørring. Hetta er ein av heimsins størstu fótbóltskappingum har leikarar úr øllum heiminum hittast – í 2002 luttóku lið úr 46 londum.TB-piltarnir kláraðu seg heilt væl í kappingini. Teir spældu móti liðum úr m.ø. Týsklandi, Norra, Svøríki og Ruslandi. Ferðalagið taldi 55 fólk, sum høvdu eina væleydnaða ferð í Jútlandi. Væntandi fara TB-piltarnir eisini at luttaka í kapping uttanlanda komandi kappingarár.
Í døgunum beint eftir Ólavsøku verður aftur fótbóltsskúli á Tvøroyri. Ikki minni enn 105 børn hava teknað seg til skúlan, sum varir 4 dagar. Fyri fótbóltsskúlanum stendur danin Svend Petersen, sum nú arbeiðir hjá DBU og sum hevur drúgvar royndir í at skipa fyri fótbóltskúlum. Umframt Svend fara eisini nógvir lokalir venjarar at skipa soleiðis fyri, at børnini fáa nakrar góðar dagar. Fótbóltskúli var eisini á Tvøroyri í fjør og eydnaðist hesin sera væl.
TB fer í næstum at seta niður ein arbeiðsbólk, sum skal orða eina menningarætlan fyri bæði ungdóms- og vaksnamannafótbóltin hjá Tvøroyrar Bóltfelag. Tað er eitt krav frá evropeiska fótbóltssambandinum UEFA, at øll feløg skulu hava eina slíka menningarætlan. Ein tílík menningarætlan kann hjálpa felagnum at gera sær meiri greitt, hvat tað vil og hvussu hetta verður fram í verki.
Eldru leikararnir hjá TB halda seg heldur ikki aftur. TB hevur í nógv ár verið eitt av teimum feløgunum, sum hevur tikið best undir við kappingini fyri Old Boys. Og úrslitini hava verið sera góð. Umframt at eldru TB-leikararnir framvegis spæla her í Føroyum, vóru teir í fjør ein túr Hetlandi í samband við 50 ára veitsluhaldið hjá Lerwick Spurs Football Club. Í ár luttóku teir í einari altjóða kapping í Orkneyoyggjunum, har teir blivu nummar 4 av tólv liðum. Nógv fólk vóru við í ferðalagnum, sum hevði ein sera væleydnaðan túr.
Í løtuni verður seinasta hond løgd á at innrætta ovaru hædd av TB-húsinum. Við útbyggingini verður partur av virkseminum flutt upp á aðru hædd og soleiðis fæst betri pláss í neðra. Fyrrverandi verjuleikarin hjá TB, Kári Niclasen hevur havt ábyrgdina av stóra arbeiðnum. Við góðari hjálp frá øðrum góðum kreftum, er tað eydnast honum at gera nýggju hølini sera snøgg og hugnalig. Áhugafelagið hjá Tvøroyrar Bótlfelag hevur stuðlað tiltakinum við at keypa nýtt innbúgv. Vónandi fara betraðu karmarnir at stimbra felagslívið hjá Tvøroyrar Bóltfelag.



