Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Sigur á Víkingi

Sigur á Víkingi

| 14/09/13

1. deild: TB 5-2 Víkingur

Í dag var dystur í millum TB og Víking í næstbestudeildini í føroyskum mansfótbólti.

TB skuldi í dag taka ímóti Víking – felagsliðið lá í 6. plássið undan hesum dystinum við 33 stig fyri 23 dystir. TB lá beint undir strikuni áðrenn dystin í dag, og við einum sigri kundi liðið togað seg upp um strikuna. TB hevði áðrenn dystin 24 stig eftir 23 dystum.

Hetta var eisini ein dystur har TB skuldi royna at reisa seg aftur, eftir eitt heldur stórt tap móti B68 fyri tveimum vikum síðani.

Sum skilst, so hevur tað verið ein lívligur dystur, tí tá fyrsti hálvleikur varð av stóð 3-1 til okkum á máltalvuni. Málini hevði Ragnar Bárá Tausen skotið øll. Umframt at vit megna at fáa trý mál, so fekk Kim Roest reytt kort frá dómaranum.

Tað eydnaðist Víkingi nakað inn í øðrum hálvleiki at minka um munin til 3-2, men løtu seinni økti TB aftur um munin. Hesu ferð varð málskjúttin Teitur Justinussen. Síðsta málið í dystinum skeyt Teitur eisini og har við gjørdist hann dupultur mákskjútti.

Endaliga støðan bleiv í dag 5-2 og harvið fingu vit enn eina ferð trý umráðandi stig. Nú nærkast yvirlivingin í bæði Effodeildini og 1. deild.

TB hevur nú 27 stig í 1. deild, alt eftir hvussu úrslitið í dystinum hjá EB/Streymi hevur lagað seg, so kunnu vit vera omanfyri strikuna ella enn undir henni. EB/Streymur hevur í dag vitja B36.

Nú vóna vit at Effodeildarliðið fylgir upp við einum úrslitið a la hesum hjá 1. deild og tryggjar sær trý týdningarmikil stig í morgin móti 07 Vestur.

DAGFØRING: Vit hava frætt at B36 vann 3-1 á EB/Streym og har við eru vit omanfyri strikuni við einum stigi niður til EB/Streym.