Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Sigur í evstu løtu á Dungasandi

Sigur í evstu løtu á Dungasandi

| 18/03/18

Í gjár gekk leiðin um baldruta Suðuroyarfjørð fyri at fara í ein vestan, tá komið var í høvuðsstaðin. 07 Vestur stóð fyri skotum og var hetta av mongum mett sum tann fyrsti dysturin, ið veruliga kundi geva eina mynd av styrkini hjá TB/FC Suðuroy/Royn. Sigast má, at tað byrjaði ikki alt ov lovandi, tí 07 Vestur megnaði at leggja seg framum eftir hornaspark eftir bert sjey minuttir.

Men so vendi gongdin og TB/FC Suðuroy/Royn hevði yvirvágina í meginpartin av tí, ið var eftir. Tá 25 minuttir vóru farnir bleiv Búi Egilsson feldur av okkara fyrrverandi málmanni, Ivan Stojkovic. Stefan, okkara unga stjørnuskot, varð settur at skjóta og kundi hann trygt seta bóltin í netmaskarnar. Hálvleikur og 1-1.

Tað var nógv, ið bendi á at dysturin endaði við at liðini skuldi deila stigini hendan dagin, men Búi og Stefan vildi tað øðrvísi. Búi bleiv aftur feldur, aftur straffi, aftur Stefan sum skjýtti og aftur mál. 1-2 og soleiðis kundi Petur Reinert bríksla dystin av og TB/FC Suðuroy/Royn slapp sær suður aftur við trimum stigum, sum nú ger at liðið liggur á einum sjeynda plássi. Við báðum málunum í dag hevur Stefan skotið eins nógv mál og Klæmint Olsen úr NSÍ eins og Meinhard Olsen úr B36.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing