Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Sigur ímóti grannunum fyri sunnan

Sigur ímóti grannunum fyri sunnan

| 29/02/16

Í gjár var dagurin, har TB og FC Suðuroy høvdu avtalað at leika ársins seinna venjingardyst. Fyrri dysturin endaði 3-1 til TB við Stórá, men spenningurin er altíð stórur, tá grannarnir seta hvøjum øðrum stevnu.

Veðrið var av tí allarbesta, hóast nakað kalt. Sera fáir áskoðarir vóru tíverri, men tað hongur kanska saman við árstíðini.

Byrjunaruppstillingin hjá TB var: Joslain, Ragnar, Teitur O., Árni, Carl, Salmundur, Heini, Ndende, Teitur J, Din Din og Adu.

TB byrjaði í vestara enda. Fyrstu 15 minuttirnir vóru javnir. Liðini bæði spældu varliga og komu ikki fram til tað stóra frammanfyri málunum. Nú byrjaði TB spakuliga at taka teymarnar og fleiri góð álop komu burturúr. Serliga eyðsýndur í álopinum var, sum altíð, Albert Adu. Hann var ein støðug hóttan móti verjuni hjá vágbingum og má hann vera ein sonn marra fyri einhvørja verju. Hann er snøgt sagt ikki til at rokna út – best sum verjuleikarin heldur hann fer til høgru, ja so fer hann til vinstru. Skjótleikin er øgiligur og hvørt mistak frá verjuni há mótstøðuliðnum, verður straffað. Tað var tí uppiborið, at Adu legði TB framum 1-0, nakað áðrenn hálvleik.

Løtuna fram ímóti hálvleikinum, sat TB á tí mesta. Spælið gleið væl, verjan stóð væl og dúgliga varð roynt eftir málinum hjá FCS. Tað kom tó bert tað eina málið í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki gjørdist tað enn greiðari, at TB var betra liðið. Tó, FC Suðuroy er ikki fyri ongum. Unga liðið spælir fínan fótbólt og fer uttan iva at verða millum uppflytingarkandidatarnar. TB er tó væl betri fyri enn grannarnir í ár. Í seinna hálvleiki komu Eirikur, Koffy og Signar inn, meðan Carl, Adu og so ein triðji, ið eg tíverri ikki minnist her, dagin eftir. Adu megnaði tó at skora enn eitt mál, eftir eina sera góða avlevering frá Ragnari Joensen. Bólturin varð lagdur høgt inn fyri, har Adu, hóast ikki av hægstu monnum, var hægstur og “snittaði” bóltin víðari yvir høvdinum á Heina í málinum hjá vágbingum. Eitt sera gott mál!

Sum áskoðari legði tú beinanvegin merki til, at TB í ár hevur sera gott fólk á bonkinum, óansæð hvørjir teir verða, ið venjarin veljur at seta har. Allir tríggir teir innkomnu, komu sera væl frá teirra avriki. Koffy mundi skorað beinanvegin, eins og TB átti at fingið fleiri mál í seinna hálvleiki – hetta eydnaðist tíverri ikki.

Grannarnir royndu tað teir kundu, men stórt meir enn einir tveir hampuligir málkjansir bleiv tað ikki til í øllum dystinum. Eftir málmøguleikunum at døma, so kundi tað staðið 5 ella 6-0 til TB, men tikið varð ikki av øllum málmøguleikunum.

Sum heild hevur liðið verið í stórari framgongd seinastu vikurnar. Kapping er um plássini og tað tykist sum um hugburðurin er tann besti í mong ár. Nýggju leikararnir hava verið eitt gott íkast til liðið og hava verið ein styrkur. Tó havi eg hug til at nevna okkara egna Teit Justinussen, sum í gjár var einastandandi á vøllinum. Hann kempaði sum um tað galt FM. Ta einu ferðina setti hann alla verjuna hjá FCS av og tað var uppá eitt hangandi hár at hann ikki fekk bóltin innum. Ein fantastiskur innsatsur av unga trongisvinginum!

Samanumtikið eitt gott avrik av okkara liði. KÍ bíðar nú eftir okkum við Djúpumýru og er tað sostatt nú, at øll venjingin helst skal geva verulig úrslit. Vit trúgva uppá tað og spælararnir trúgva uppá tað.
Einaferð TB – altíð TB!