Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Sigur og sól við Stórá ímóti Skála

Sigur og sól við Stórá ímóti Skála

| 17/04/17

Í dag var dystur við Stórá og mótstøðuliðið var Skála, sum eftir trimum teimum fyrstu dystunum bert hevði latið eitt mál fara inn. Sostatt gittu flestu ekspertarnir hjá FSF, at dysturin fór at blíva málfátækur, men tað vildi TB/FC Suðuroy/Royn øðrvísi.

Stutt undan hálvleik kom fyrsta málið, tá Dánjal Godtfred í samband við eitt horna kundi prika bóltin í málið aftanfyri Skála málmannin. Eitt rættuliga gott tíðspunkt at fáa mál, stutt undan hálvleiksbríksli og gav TB/FC Suðuroy/Royn eitt heilt annað útgangsstøði fyri øðrum hálvleiki.

Annars var fyrsti hálvleikurin heldur óskipaður, men at byrja við høvdu TB/FC Suðuroy/Royn fleiri horna, sum við eitt sindur meira av hepni kundi havt givið enn eitt mál. Størsti málmøguleikin annars fall til nýggja norska áleyparan, Johan Gulliksen sum bleiv sendur avstað einsamallur móti Skála málmanninum – rutineraði Andras Gango, sum vann tvídystin við norðmannin hesa ferð.

Tá tíggju minuttir vóru farnir, bríkslaði dagsins dómari, Eiler Rasmussen fyri brotssparkið. Brotssparkið kom eftir at nýggi Gulliksen bleiv feldur í brotssparksteiginum hjá Skála – onki at ivast í hjá Eileri, sum bríkslaði beinanvegin. Jón Krosslá Poulsen varð settur at skjóta og hann var tryggur úr teimum ellivu metrunum. 2-0, sólin sá við Stórá og stóra fjøldin kundi frøðast um støðuna, tí sum hini úrslitini vóru tá, so var TB/FC Suðuroy/Royn aftur oddalið í Effodeildini.

Skála otaðu seg longur fram eftir 2-0 leiðsluna og vóru boð eftir norska málverjanum hjá TB/FC Suðuroy/Royn fleiri ferðir. Í tveimum førðum var ivamál um hetta var norska útgávan av Manuel Neuer, tí Marius Berntzen framdi tvær stórbjargingar í øðrum hálvleiki tá vandi var á ferð.

Í yvirtíðini brast eitt skot frá Teituri Olsen á stongina og bólturin datt fyri føturnar á Eiriki, sum tíverri hamraði bóltin yvir málið og hetta var tann seinasti kjansurin í dag við Stórá og dysturin endaði 2-0 til heimaliðið, sum harvið varðveitir annað plássi í Effodeildini.

Víkingur megnaði at venda støðuni móti EB/Streym, so at teir fingu sigurin í hús og sostatt er oddastøðan óbroytt og TB/FC Suðuroy/Royn er framvegis á øðrum plássi.

Jón Krosslá Poulsen hevur sanniliga ikki gloymt hvar málið stendur, eftir fýra dystum í Effodeildini hevur hann skotið tvey mál. Umframt hetta málið, so gjørdi hann annað málið hjá liðnum í steypakappingardystinum móti NSÍ. Trý mál í alt og sostatt toppskjútti á liðnum í løtuni.

Stór fjøld til dyst

Í góðveðrinum í dag var sannur rómur kring vøllin, har ein stór fjøld hevði leitað seg til Stórá til dystin, har tey so kundu fara heim við stórum smílið eftir at TB/FC Suðuroy/Royn sendi Skálamenn norður um aftur við einum tapið í viðførinum. Ein meting ljóðar á eini 5-600 áskoðarar í øllum førum.

Høgrumegin sæst stigatalvan dagførd eftir fjórða umfar í Effodeildini.