Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Silja skoraði fyri Føroyska U17-landsliðið

Silja skoraði fyri Føroyska U17-landsliðið

| 12/04/18

Í gjár spældi føroyska U17-landsliðið við gentum teirra fyrsta dyst í UEFA menningarkappingini í Norðurírlandi, tá tær møttu Luksemborg.

Sum kunnugt hava okur ein TB-leikara við har, Silja Pálsdóttir Augustinussen.

Silja var millum tær ellivu, ið byrjaðu dystin, og skuldi tað vísa sær at hon hevði ein stóran leiklut í dystin. Tá 55 min. vóru leiktir legði Silja Føroyar á odda 1-0 í dystinum! Smb. heimasíðuna hjá FSF, bleiv bólturin sendir framm til Silju, ið driblaði  mótstøðuleikarar av, áðrenn hon setti bóltin í netið, aftanfyri málverjan hjá Luksemborg.

Tíverri fyri Silju, og hinar á liðnum, so skoraðu Luksemborg tvey mál, og vunnu sostatt 2-1 á føroysku U17-gentunum.

Næsti dystur í kappingini verður fríggjadagin, tá føroyska liðið skal royna seg ímóti Kosovo. Sunnudagin spæla Føroyar og Norðurírland.

Myndir: FSF.fo

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing