Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Sirenan – søgan um TB-ljóðið

Sirenan – søgan um TB-ljóðið

| 30/05/15

Í ár gongur heilt væl hjá uppflytarunum úr TB. Røsku drongir okra liggja í skrivandi stund á einum 6. plássi í Effodeildini, og hetta man sigast at vera nøktandi, tá hugsað verður um, at stórur munur er á, tá lið skulu spæla í bestu ella næstbestu deildini. Stuttligt er aftur at fara til dyst og hyggja eftir TB!

Hugaligt hevur eisini verið at hoyrt Sirenuna seinastu dystirnar. Tá eyðkenda ljóðið so spakuliga byrjar at vinda seg upp í ferð, so er tað eins og hetta nærum forneska ljóð vekir leikarar eins væl og áskoðarar. Seinnu árini hevur nakrar ferðir verið havt á lofti, at tá Sirenan er við, so hilnast ikki so væl hjá felagnum, sum Sirenan annars skal stuðla til sigurs. Hetta er tó bert pátrúgv, og tá seinnu árini hava verið heldur løk hjá TB í bestu deildini, so eru tað mestur úrslitini sjálv, og ikki nøkur Sirena, ið eigur skuldina fyri, at hendan mýtan er uppstaðin. Leikarir vilja hoyra Sirenu og áskoðarafjøldina, latið ongan iva vera um tað.

Flestu føroyingar, ið hava áhuga fyri fótbólti, vita uttan iva, hvat tað er fyri eitt drynjandi ljóð, ið boðar frá, at Sirenan er við til dyst. Eisini norðanfjørðs vísa fólk Sirenuni virðing, tí tey vita, at Sirenan er eitt gamalt og áhugavert tól. Hetta tólið, Sirenan, varð av fyrstan tíð kent sum Sirenan hjá AT. AT – Arbejdernes Trawlerdrift, var samvinnufelag á Tvøroyri, ið virkaði frá 1936-1954. Fyrr í tíðini, tá arbeitt varð í klippfiski, vórðu fløgg hongd upp niðri hjá T.F. Thomsen, P/F Niels Juel Mortensen og hinum fyritøkunum, og hendan skipanin varð eisini galdandi hjá AT. Fløggini høvdu ymsar litir, og merktu tey t.d., at nú skuldi arbeiðsfólkið koma rennandi út á fiskaplássini, tí fiskurin skuldi antin breiðast út, vendast, stakkast, osfr. Hvørt flagg til hvør sína uppgávu, ið – sum við so nógvum her á landi – var tengd at veðurlíkindunum.

Tíðin fór tó so líðandi frá hesum fløggunum, ið boðaðu frá, at arbeiðast skuldi, og eftir 2. heimsbardaga fekk AT skaffað sær eina sirenu at boða arbeiðsfólkinum frá, tá arbeiðast skuldi. Tá Sirenan ýldi varð tískil ongin ivi millum manna – arbeiðast skuldi. Arbeiðsfólkið tusti tá úr øllum ættum út á fiskaplássið hjá AT, ið lá áraka har, ið Grillvognurin og parkeringsplássið hjá Føroya Tele nú eru. AT hevði handil, har skúlatannlæknastovan og Føroya Tele nú húsast.

Undirritaði hevur ofta hugsað um, hvat tað mundi vera, ið fekk TB-fjepparar at taka Sirenuna til sín, og nær hetta mundi vera hent. Sikkurt er, at Sirenan hevur verið til staðar til mangan góðan og ferðmiklan leik millum ár og dag. Undirritaði hevur tosað við ídna TB-fjepparan Anfinn Nolsøe, ið greiðir soleiðis frá:

”Sirenan bleiv brúkt fyrstu ferð til fótbóltsdyst í 1976. Hon hevði staðið í nógv ár á Seglloftinum hjá Thomsen. Ein dagin tók Bjarni Thomsen Sirenuna út og hevði hana við til fótbóltsdyst. Fólk tóku sera væl ímóti tí, eisini tey eldru, so Sirenan bleiv ein fastur partur av tí at fara til fótbóltsdyst. Nakrir av vanligu vindarunum hesi árini vóru so Bjarni, William hjá Otto (Mortensen, red.), Kári Hartmann Niclasen, Kári Djurhuus og Bjarti Mortensen, sáli.”

Sostatt kann sigast, at Sirenan frá longu fyrstu tíð hevur verið ein eydnuberi hjá TB, tí hetta var júst um tað mundið, at TB aftur fór at gera seg galdandi í føroyskum fótbólti. TB gjørdist nevniliga í 1976 Føroyameistari í fótbólti fyri fyrstu ferð síðani 1951! Sirenan var sjálvandi eisini við hin minniliga dagin í Gundadali, 2. oktober í 1977, tá TB eyðmýktu HB í egnari holu. Tróndur Nolsøe skrivaði seg tá inn í søgubøkurnar, tá hann skjeyt øll trý málini hjá TB. Anfinn Nolsøe var til staðar hendan dagin og greiðir soleiðis frá einum tí størsta degnum í søgu Tvøroyrar Bóltfelags:

”Stemningurin var fantastiskur. Havnarfólk søgdu, at tað var sum á ólavsøku, umleið 5.000 fólk. Á ’Tvørabakka’ var svart av fólki. HB trýsti øgiligt á, tí teir skuldu vinna við fleiri málum fyri at vinna FM. Sirenan stóð uppi á Tvørabakka og koyrdi alla somlu tíðina. Tey blaðungu stóðu uppi á bakkanum, og har vóru nógvar húgvur og turrikløð. Øll sluppu ikki suður aftur við Smyrli, fleiri hundrað fólk vóru eftir á keiini í Havn. Eini 1.300 billettir vórðu seldar umborð á Smyrli. Jeg hevði aldrin upplivað tílíkt áður.”

sirenu-mynd-helgi

Fótbóltsúrmælingurin Tróndur Nolsøe skorar móti HB í Gundadali, og fjøldin er á gosi.

Undirritaði vil takka Anfinni fyri prátið, tí týdningarmikið er, at hesar stuttligu søgurnar verða varðveittar til okum, ið yngru eru, og sum ikki hava verið vitni til hesi ”gullárini” hjá TB, sum Anfinn tekur til.

Sirenan er sostatt ikki pensionerað enn, men fyri kortum var hon ein partur av søguligari framsýning um Arbeiðsmannafelagið Fylking, ið fylti 100 ár hin 25. apríl. Nú er Sirenan so komin á sítt rætta pláss aftur – við Stórá – og tað er sjálvandi stuttligt at hoyra Sirenuna aftur til dystir. Tað tykist tó ofta, sum fólk aftra seg við at rópa og stuðla liðnum, fyrr enn TB-liðið hevur gjørt harðasta arbeiðið, nevniliga hevur megnað at lagt seg omaná leikliga ella lagt seg á odda. Tað er hinvegin, tá liðið stríðist fyri at koma omaná, at TB hevur harðast tørv á stuðuli.

Annars verður ofta sagt, at føroyingar gerast loysingarsinnaðir, tá teir fara til Danmarkar at lesa. Tað er mikið møguligt, men tað er eins ofta satt, at tá tvørafólk fara í útlegd, so gerast tey ídnari TB-viðhaldsfólk – og lokalpatriotar annars – enn nakrantíð áður. Tí er tað vónin hjá undirritaða, nú tað stundar til summarfrítíðina, at hesi koma heim og endurkveikja fjepparafelagið Einherjar, sum tykjast vera farnir til Valhøll at hvíla seg til endaliga orrustuna.

Sirenan stendur – enn sum altíð – til at taka (les: vinda).

Helgi Eidesgaard

Heimildir:

Samrøða við Anfinn Nolsøe (29.05.2015).

Dimon, Jean; Enni, Álvur & Hovgaard, Jónsvein. Tvøroyrar Bóltfelag 100 ár. Tvøroyrar Bóltfelag, Tvøroyri 1992.

Dalsgaard, Jóannes. Fylking 75 ár. Arbeiðsmannafelagið Fylking, Tvøroyri 1996.

Faroesoccer.com – Føroysk Fótbóltshagtøl.