Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Skála á vitjan 2. páskadag

Skála á vitjan 2. páskadag

| On 16, Apr 2017

Fyrstu fýra umførini hjá TB/FC Suðuroy/Royn vóru undan kappingarbyrjan spádd at vera sera umráðandi, av tí at mótstøðuliðini hava verið tey, ið flest hava vænta fara at kappast beinleiðis við TB/FC Suðuroy/Royn um plássini í niðaru helvt av Effodeildini. Sannast má eisini, at TB/FC Suðuroy/Royn er komið væl frá byrjan og við eitt sindur av hepni vóru vit framvegis við í steypakappingini. Seinasti dystur í Effodeildini var við Margáir, sum nokk kann metast sum higartil keðiligasti dystur hjá liðnum – NSÍ dysturin hinvegin bjóðaði uppá mál, umdyst og spenning.

Skála kemur suður við einum liðið, sum hevur vart seg ómetaliga væl og av tí sama er bert 1 (!) mál komið í dystunum hjá teimum í Effodeildini og tað skeyt Víkingur. Alt bendir sostatt á, at Skálamenn fara at pakka seg niður og royna at sleppa norður um fjørðin aftur við einum stigið.

Sum vit nevndu í samband við dystarfrásøgnina frá NSÍ dystinum, so er nýggi norski áleyparin endiliga skaðafríður, so vit mugu vóna at hann fær runni Skálaverjuna um koll og fær eina fína byrjan við Stórá.

Trý tey fyrstu umførini hjá Skála í Effodeildini: J-J-T

Dysturin byrjar klokkan 15:00 2. páskadag við Stórá og dómarin verður Petur Reinert.