Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Skrá fyri fótbóltsskúlanum

Skrá fyri fótbóltsskúlanum

| 08/08/15

Aftur í ár skipar TB fyri tí vælumtókta fótbóltsskúlanum, ið felagið hevur skipað fyri í fleiri ár. Fótbóltsskúlin verður á vøllinum við Stórá og bufféin verður í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla. Skráin í ár verður soleiðis:

  • Týsdagin 11. august 9:30-15:00. Buffé á miðdegi.
  • Onsdagin 12. august 9:30-15:00. Buffé á miðdegi.
  • Tórsdagin 13. august 9:30-15:00. Buffé á miðdegi.

Tórsdagin kl. 14.00 fáa børnini handað eitt diplom, eitt handklæði, eitt skóhorn, ein drekkidunk og ein fótbólt. Handanin verður í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla.

Foreldur/avvarðandi eru vælkomin at verða við til hesa løtu. Vit gleða okkum at síggja allar 110 luttakararnar. Vónandi fáa bæði børn og vaksin nakrar stuttligar, læruríkar og mennandi dagar.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing