Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Skráin fyri fótbóltsskúlanum

Skráin fyri fótbóltsskúlanum

| 11/08/13

Skráin fyri fótbóltsskúlanum í døgunum 14-16 august er nú liðug og kann lesast niðanfyri.

Fótbóltsskúlin á Tvøroyri er eitt afturvendandi tiltak fyri børn í aldrinum 6 – 16 ár, ið TB hevur skipað fyri í fleiri ár.

Skráin í ár verður soleiðis:

Onsdagin 14. August 13:00-18:00.
Buffét kl 15:00.

Tórsdagin 15. August 9:30-15:00.
Buffét kl 12:00.

Fríggjadagin 16 August 9:30-15:00.
Buffét kl 12:00.

Dagarnir verða hildnir á nýggja vøllinum við Stórá og bufféin verður í forhøllini í Trongisvágs skúla.

Tá skúlin er liðugur fríggjadagin fáa børnini handað eitt diplom, ein ryggsekk, eina svimjutasku, ein drekkidunk og ein fótbólt. Foreldur/avvarandi eru vælkomin at verða við til hesa løtu, ið byrjar kl 14:00 í forhøllini í skúlanum.

Vit gleða okkum at síggja allir 120 luttakararnir og síggja fram til nakrir stuttligir, læruríkir og mennandi dagar.

Við fótbóltskvøðu
Tvøroyrar Bóltfelag

Charlotta Nielsen
Forkvinna í ungdómsdeildini