Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Skráin fyri fótbóltsskúlanum

Skráin fyri fótbóltsskúlanum

| 05/08/16

Fótbóltsskúlin á Tvøroyri er eitt afturvendandi tiltak fyri børn í aldrinum 6 – 16 ár, ið TB hevur skipað fyri í fleiri ár.

Skráin í ár verður soleiðis:

Týsdagin 9. August 9:30-15:00
Buffé kl 12:00

Onsdagin 10. August 9:30-15:00.
Buffé kl 12:00.

Tórsdagin 11. August 9:30-15:00.
Buffé kl 12:00.

Dagarnir verða hildnir á nýggja vøllinum við Stórá og bufféin verður við Stórá.

Tórsdagin fáa børnini handað eitt diplom, eina húgvu, ein drekkidunk og ein fótbólt.

Foreldur/avvarandi eru vælkomin at verða við til hesa løtu, ið byrjar kl 14:00 í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla.

Vit gleða okkum at síggja allar luttakararnar og síggja fram til nakrar stuttligar, læruríkar og mennandi dagar.

Mynd: Fótbóltsskúlin 2015 hjá TB, Jan Smedemark