Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Skuffandi javnleikur

| 22/05/13

3. deild: TB 1-1 07 Vestur

Leygardagin leikti 3.deild fyrsta dystin í sonevnda finalubólkinum, har 8 tey bestu liðini í 3.deild kappast um at vinna deildina og uppflyting.

TB hevði hesaferð vitjan av 07 Vestur, sum eins og TB vann sín innleiðandi bólk. Hetta liðið hjá 07 Vestur er samstundis teirra næstbesta lið, so væntandi fór hetta at gerast ein torførur dystur.

TB byrjaði við hesum 11: Hugin í mál, Páll Heri høgri bakk, Jens Rói og Jákup miðverjar og Pætur vinstri bakkur. Høgri mitt leikti Just, Jan og Allan mitt á miðuni og Búi vinstri mitt. Arthur og Kai vóru fremstir. Á bonkinum vóru Danjal Eli, Jonhard, Pall, Mortan og Petur Joensen.3.deild

Dysturin byraði varliga, og spælið var lítið samanhangandi. TB hevði bóltin nógv meira og tá einir 10. min. vóru leiktir, legði TB seg framum. Trukaspæl eftir hornaspark gjørdi at bólturin datt fyri føturnar hjá Jákup Thomasen sum uttan trubuleikar hamraði bóltin uppundir nettakið. Jákup sum áðrin 2013 ikki hevði skorað í vaksnamannafótbólti, er nú toppskjútti hjá okkum við 2 málum, hetta sigur eitt sindur um, hvussu ilt okkara álopspæl hevur við at fóta sær.

Umleið 10. min. seinni javnaði 07 Vestur við góðum máli. TB misti bóltin ófantaliga á miðun vølli, og 07 Vestur fór í álop, har ein vágamaður tók kjansin langt útifrá og setti bóltin sera hegnisliga í síðunetið hjá Hugin, sum var prísgivin.
Restina av fyrra hálvleiki var ikki nakað serligt at skriva heim um. Beint áðrenn hálvleik, átti 07 Vestur at lagt seg framum, tá heili 5 vágamenn sluppu leysir móti TB málinum. Lukkutíð vóru teir sera seinir og ikki minst ófataligir, so onkursvegna náddi Jens Rói aftur og fekk órógvað teir somikið, at tað ikki spurdist meira burturúr.

Eisini átti 07 Vestur møguliga eitt brotssprak, tá Páll Heri sum aftasti maður, tók beinini undan vágamanni, men dómarin, JP. Brattalíð, sá ikki nakað ólógligt.

Seinni hálvleikur gjørdist eitt satt bombarí á 07 Vestur málið. Mortan Enni, sum hendan dagin, styrdi beinkinum, gjørdi eina taktiska snildu í hálvleikinum við at skifta Jonhard inn á miðuna fyri Arthur, sum hevði fingið onkran snudd.

Taktiska uppleggið áðrenn dystin var, at okur skuldu royna at hava 5 samahangandi avleveringar, Jonhard var opinbart tann einasti sum hevði lurtað eftir, og av tí sama setti TB seg fullkomiliga á dystin, og álopini regnaðu móti 07 Vestur málinum. Jan fekk ein fríløbara, Kai hevði eitt gott skot, Just hevði ein 100% kjans, Jonhard hevði ein stóran kjans á málstrikuni, Páll Heri hevði eitt gott langskot, Jákup hevði ein góðan headara, umframt hópin av øðrum álopum ið vóru nær við MEN inn vildi bólturin IKKI. Hetta var aftur ein av teimum døgunum, har bólturin bara noktaði at fara í meskarnar, óansæð hvussu TBarnir royndu seg. Antin rakti TB beint á málmannin ella fór bólturin uttanfyri málið.

So frustratiónirnar blivu sum leið stórar á heimaliðnum og serliga tá 07 Vestur í einum av sínum fáu álopum beint áðrenn leiklok, rakti yvirleggjaran 2 ferðir í sama álopi. Hevði teir fingið bóltin í TB málið og ognað sær sigurin, hevði tað verið størsti stuldur í nýggjari tíð.

Dysturin endaði 1-1 og tað mugu Vágamenn verða mest nøgdir við, tí sæð eftir spæli og kjansum, so var TB tað nógv betra liðið hendan dagin.

JRS

Viðmerkingar