So byrjar Betri Deildin endiliga

Leygardagin klokkan 15:00 verður fyrsta bríkslið hetta kappingarárið. Alt byrjar í Runavík har TB verður gestur hjá NSÍ.

Í fjør gjørdist NSÍ nummar trý meðan TB bleiv nummar átta. Sum so oftani fyrr var tað NSÍ, ið átti toppskjúttan farna kappingarár, tá Klæmint A. Olsen gjørdi 26 mál í Betri Deildini. Hann er aftur við í ár og hevur uttan iva framvegis somu svongd, so her er heilt vist ein maður, ið okkara miðverja má vera ansin.

TB liðið hevur verið fyri stórum útskiftingum og verður nú av Ekstra Bladet umrøtt sum danskerhold, sum danir hava fyri vana at gera, so skjótt onkur dani er á einum liðið. Hetta at TB hevur danskar leikarar er so ikki nakað nýtt og hava nógvir danir umboða felagið gjøgnum ár og dag.

Upptaktin til kappingarárið hevur verið heldur øðrvísi enn vant orsaka av COVID-19-støðuni kring allan heimin og eisini í Føroyum. Kappingin átti at byrja longu fyri tveimum mánaðum síðani, men hetta bleiv av ongum – men nú verður lagt til brots. Av tí at upptaktin hevur verið ávirka av COVID-19, so er einasti lutfalsliga nýggi dysturin sum TB hevur leikt ein venjingardystur ímóti HB fyri tveimum vikum síðani, tá vann HB 1-0.

Uppstillingin á TB-liðnum hendan dagin var soleiðis:

Frederik Mehder
Musah Armah - Ndende Gueye - Rasmus Møller - Sebastian Kroner
Dánjal Godtfred - John Villy Wøldike Leo - Rógvi Joensen
Samudeen Musah - Ken Fagerberg - Einar Thorsteinsson

Seinni komu hesir inn: Nicolaj Johanessen, Jens Erik Bruhn, Havar Albinus og Jóhan Thomsen.

Toppskjúttin hjá TB, Stefan Radosavljevic, valdi undir farna kappingarár at royna nýggjar leiðir og sostatt eru tað millum annað sviin Ken Fagerberg og nýggi danin Mads Raben, ið skulu finna vegin til netmaskarnar.

Sí annars hópin til hetta kappingarárið her, við myndum av liðnum og leikarunum.

Upptaktin hjá útlendsku miðlunum hevur ikki skorta fyri ymiskar samanberingar og hevur TV2 Norge fingið Rógva Baldvinsson at viðmerkt føroysku deildina. Hetta hevur millum annað ført við sær, eina samanbering millum okkara Poul Ingason og eina blanding av Diego Costa og Pepe... Bara tað er á teirra bestu døgum 🙂

Sum nakað nýtt í ár, er møguligt at síggja dystin stroymdan ymsa staðni. Televarpið hevur dystin á Rás 1 og harvið ber til at síggja hann har uttan at gjalda. Umframt Televarpið hava Ekstra Bladet og TV2 Norge keypt rættindi til dystir í Betri Deildini. Eisini hevur Televarpið gjørt avtalu við felag sum stroymir ítrótt til veddingarfyritøkur. Áhugin fyri fótbólti hjá fótbóltshungrandi fólki kring heimin hevur sanniliga rakt føroyar og Betri Deildina.

Koyr á TB! Eina ferð, altið!

Scroll to Top