Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

So fer Effodeildin vónandi av bakkastokki

So fer Effodeildin vónandi av bakkastokki

| 04/03/16

Langt um longi er bíðitíðin av fyri okkum TB fjepparir, Effodeildin verður bríksla í gongd leygardagin klokkan 15:00. Á skránni eru tríggir dystir og uttan iva tann mest spennandi av teimum, fyri okkara viðkomandi, er KÍ-TB, sum verður leiktur í Klaksvík.

Hópurin hevur verið fyri stórum útskiftingum, so tí verður spennandi at síggja hvussu venjarin, Robert F. Roelofsen og hjálparvenjari hansara, Karl Øster velja at blanda kortini móti klaksvíkingum. Undir dystinum móti FC Suðuroy mannaðu Ragnar, Teitur Olsen, Árni og Carl verjupartin, meðan miðvøllurin var mannaður av Salmundi, Heina, Ndende og Teitur Justinussen meðan álopsparturin var samansettur av Din Din og Adu.

Væntast kann tó at Rógvi Joensen verður at finna millum byrjandi ellivu, tá okkara svørthvítu hetjur trína út á vøllin við Djúpumýri leygardagin. Umframt Rógva var Absalon Eliasen ei heldur við hendan dystin í Vági í vikuskiftinum.

Ivamál hevur verið um leikaraloyvið hjá Absalon Eliasen og Herve Din Din. Charlotta Nielsen sigur, at arbeitt hevur verið við málinum og eru tey komin á mál. Sostatt eru allir leikarir á pappírinum klárir til dystin í morgin.

Møguligt verkfall hjá dómarunum

Eftir Norðlýsinum at døma, so er í løtuni ivamál um Effodeildin veruliga fer av bakkastokki í morgin. Orsøkin er samráðingar millum dómararnar og FSF um samsýningina. Vónandi spælir væl av og vit sleppa í gongd við Effodeildina í morgin.

Skipað verður fyri túri til Klaksvíkar

Fyri at royna at veita leikarunum best møguliga stuðul til dystin er busstúrur skipaður í samband við dystin. Í verandi løtu eru umleið 15 tilmeldaði, men jú fleir, jú betur. Setið tykkum í samband við Bjarna Nygaard um tit ynskja pláss á túrin millum Havn og Klaksvík.

Bussurin koyrir úr Havnini 13:30 og aftur til Havnar eftir dystin.

Einaferð TB, altíð TB!