Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

So taptu vit

So taptu vit

| 16/08/14

Sum yvirskriftin ber boð um, so vóru okkara menn fyri fyrsta tap í ár. Í ár! 21 dystir á rað, í 1. deild ,frá byrjan kláraðu vit uttan eitt einasta tap og tað er, lat okkum bara vera opin og erlig um tað, heilt fantastiskt! Umframt hesar 21 dystirnar leiktu vit eisini ein dyst í steypakappingin, hann endaði við javnleiki eftir 90 minuttir og eisini eftir 120 og mátti alt tí avgerast við brotssparkum.

Uppflytingin er tryggjað og stigini eru ikki serliga neyðug meira, einasta sum kann vera ein gularót er, at møguliga ber til at sláa rekordina fyri 1. deilds uppflytara við flest stig. Higartil, hvussu so er síðani kappingin bleiv umskipað, er tað B68, sum í 2007 megnaði at fáa 72 stig.

Vit hava møguleikan fyri at ognað okkum 74 stig.

TB byrjaði soleiðis í dag:

Hugin

Eirikur – Carl – Teitur O – Petur

Teitur J – Jonhard – Heini – Heine – Arthur

Rógvi

Á bonkinum: Boas, Jákup, Ragnar, Aron og Patrik

Dysturin í dag bar bráð av, at uppflytingin er tryggjað og til høvið hevði Páll Hagbert blanda kortini eitt sindur øðrvísi í dag. Ongin veruligur álópari var í byrjunaruppstillingina, so Rógvi tók seg av hesum partinum. Ivan skuldi gerast pápi hvørja løtu, so Hugin stóð í málinum. Jonhard var fluttur upp á miðjuna meðan Carl var settur aftur at spæla í miðverjuni saman við Teitur Olsen.

Eisini sást tað aftur á talið av áskoðarum, at uppflytingin var tryggjað, samstundis sum Premier League byrjaði aftur í dag og veðrið, ið ikki var alt ov hugaligt, gjørdi teirra til at nógv fólk ikki tímdu at leita sær vestur til Stórá.

Eftir ikki alt ov long tíð var farin í fyrsta hálvleiki fekk Teitur Justinussen ein risamøguleika, talan var faktiskt um ein 2-í-1 kjans. Fyrsta skotið frá Teituri hálvbjargaði málmaðurin hjá Víkingum, Teitur fekk bóltin aftur, men velur at smekka til við útsíðuni og bólturin fór langt framvið málið. Nú átti at staðið 1-0 til okkum.

Sum heild høvdu Víkingur ikki nógv at bjóða í tí offensiva, so okkara verja kundi taka seg eitt sindur av løttum.

Eins og fyrsti dysturin móti Víkingi, so skuldi tað vísa seg at gerast trupult at fáa bóltin inn. Vit vóru ikki serliga neyvir frammanfyri kassanum í dag og tað endaði so við, at vit ei heldur í dag fáa bóltin inn.

Tá 68 minuttir vóru farnir hendir tað, ið fá høvdu væntað. Víkingur fær mál og nú stendur okkara framúrskarandi røð uttan tap fyri fallið. Tað hevur hon gjørt áður, eitt nú móti B36 fyri kortum, tá bjargaðu vit tað tíbetur.

Vit góvu ikki skarvin yvir, men koyrdu á maskinuna móti endanum og við eitt sindur av hepni, so hevði Heini Mikal Mortensen skorað eitt ótrúliga vakurt mál, men heilfluktarin streyk nakrar cm framvið málið.

Hesu ferð bjargaðu vit ikki okkum sjálvum, men í staðin so kundu vit eftir dystin staðfesta, at vit nú langt um longi hava tapt okkara fyrsta dyst.

Men sum Martin Tausen skrivaði á Facebook í dag eftir dystin: “Tit hava onki at skammast yvir. Tit hava vunni deildina og tað er tað sum telur…. Koyri á víðari!”

Vit kunnu so sanniliga bara taka undir við Martini í hesum, tí okkara menn hava als onki at skammast yvir, teir hava víst seg at vera so nógv, nógv tað besta liðið í ár. Uttan samanberingar tað mest støðuga, tað mest kempandi og tað hevur givið frálík úrslit.

Myndir

Myndir frá dystinum kunnu síggjast umvegis hesa leinkjuna.

Mynd: Jan Smedemark