Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Søtur sigur móti grannunum

| On 15, May 2013

1. deild: TB 2-0 FC Suðuroy

Grannauppgerð var í kvøld við Stóra, tá 1. deildarliðið hjá TB tók ímóti FC Suðuroy. Nógv fólk vóru komin vestur at hyggja, men tíverri gjørdist tað ikki talan um ein vælleiktan dyst.

Eftirsum hettar var ein dyst mitt í viku og Effo-liðið fyrst skal spæla mánadagin, so tað bar til at geva nøkrum av ungu leikarunum á Effo liðnum eyka spælitíð.

IMG_0734

TB liðið hendan dagin: Predrag Markovic í málinum, Eirikur Magnusarson á høgra bakki, Petur Mortensen á vinstra bakki, Mikal Jespersen og Teitur Olsen í miðverjuna. Á miðjuna vóru Heini M. Mortensen, Teitur Justinussen og Rógvi Joensen. Ragnar Tausen og Hjalti Vestergaard høvdu hvør sín vong, og á toppinum var tá málrevurin Poul Ingason. Á bonkinum vóru Einar Petersen, Jón Tórður Holm, Carl Bech og Chris H. Craib.

IMG_0751

Dysturin byrjaði heldur rótut, har hvørgan av liðnum fingu nakað serligt spæl at hanga saman. Fyrstu málroyndina høvdu TB, tá Rógvi vann eina luftduel og bólturin fellur til Ragnar Tausen. Staddur beint uttanfyri 16m, smekkar hann til, men lukkutíð hjá Rana, í FC Suðuroy málinum, var skotið beint á hann. Ragnar var, við 3 málum, maðurin handan 4-3 sigrinum, tá liðini møtust síðst. Tíverri bleiv Ragnar eisini skaddur tann dystin, men er nú við at koma fyri sær aftur.

IMG_0900

TB byrjaðu eftir hettar at fáa meira stýr á spælinum, og fingu spælt sær framm til nakrar góðar møguleikar. Poul var tætt uppá tvær feðrir. Fyrstu ferð, tá hann beint uttanfyri 16m, við ryggin til málinum, temir bóltin og snarar rundan um verjuleikaran. Umringaður av trimum FC Suðuroy leikarum fer hann sent eitt skot avstað, men bólturin fer beint við síðurnar av. Løtu seinni hevði hann ein skallara, ið tíverri eisini fór skeivu megina stongina.

Vandamiklastu royndirnar FC Suðuroy høvdu í 1. hálvleik, vóru tá stóru miðverjarnir Teitur Tausen og Reidar Dahl Joensen komu framvið til horna, men onki mál kom og liðini fóru málleys til hálvleik.

IMG_0879

TB gjørdu eina útskifting í hálvleikinum. Jón Tórður kom inn í miðverjuna fyri Mikal. TB løgdu press á beinavegin og fingu ein stóran møguleika beint eftir støðgin, tá teir fanga bóltin frá FC Suðuroy verjuna. Hjalti verður spældur leysur, men skotið bleiv blokera út til horna. Hornasparkið kom væl innfyri og hægstur var Teitur Justinussen, ið skallaði hann í nettið til 1-0 til TB.

Løtu seinni fingu FC Suðuroy teirra størsta møguleika í dystinum, tá Búi Egilsson fekk ein fríløbara. Pedrag Markovic í TB málinum var tíbetur skjótur úr málinum, og rutineraður sum hann er, heldur hann sær á føturnar somikið longi at hann fer armin á skotinum frá Búa.

TB liðið kom eftir hettar, at standa heldur langt afturi á vøllinum. FC Suðuroy fingu meira spæl, og komu eisini framm til onkran møguleika, tó uttan at blíva heilt farligir.

IMG_0997

Rógvi fekk ein góðan møguleika at økja um leiðsluna tá hann slapp leysur av verjuna, trekkir frammvið málmannin, men vinkulin gerst heldur spískur og ein verjuleikari náddi aftur at støðga skotinum hjá Rógva.

Stutt undan leiklok bleiv veteranurin Einar Petersen innskiftur fyri Rógva, og hettar skuldi vísa sær at geva úrslit. Chris, ið eisini var blivin innskiftur, trekkir frammvið Ragnar Joensen, og leggur so pent fyri føturnar á Einari, ið tryggur setti hann í nettið til 2-0. Fyrsta og einasta berøring hjá Einari í dystinum, meira var ikki neyðugt.

IMG_1044

TB vunnu sostatt 2-0 á FC Suðuroy, og 2. liðið hjá TB hevur nú 13 stig í 1. deild.

AS

Fleiri myndir

Fleiri myndir blivu undir dystinum tiknar av Jan og tær kunnu síggjast umvegis hesa leinkjuna.

Viðmerkingar