Spennandi dystur við Løkin hóast tap

Í dag var fjórðingsfinaluumfar í steypakappingini á skránni og TB/FC Suðuroy/Royn fóru til Runavíkar fyri at dystast ímóti NSÍ við Løkin.

Fyrsti hálvleikur var einamest í hondunum á NSÍ og teir fingu eisini úrslit burturúr trýstinum móti TB/FC Suðuroy/Royn málinum, tí eftir gott og væl eitt korter gjørdist 1-0 til heimaliðið. Málskjúttin hjá Runavíkingum var Einar T. Hansen.

Tað sum restaði av fyrsta hálvleiki var framvegis í hondunum á NSÍ, men meira spurdist ikki burturúr og tá Kári J. á Høvdanum bríkslaði eftir fyrstu 45 minuttunum stóð framvegis 1-0.

Hálvleikurin kom væl við hjá TB/FC Suðuroy/Royn, tí liðið kom væl betur út til tann hálvleikin og tað skuldi bert ganga tríggir minuttir so varð javnað. Poul Ingason kundi stúta bóltin yvir málmannin hjá NSÍ og harvið tryggja status quo við Løkin.

NSÍ svaraði tó lutfalsliga skjótt aftur uppá javnandi málið hjá TB/FC Suðuroy/Royn, vandamiklasti Runavíkingurin frammanfyri málinum, Klæmint Olsen skoraði til 2-1 tíggju minuttir eftir málið hjá Ingasyni.

Eftir 2-1 málið gjørdist NSÍ spælstýrandi aftur, men tað skuldi vísa seg, at TB/FC Suðuroy/Royn als ikki ætlaði at hetta skuldi gerast endastøðin í kappingini um Løgmannssteypinum.

Úrslit spurdist eisini burturúr einum góðum skjótálopið móti NSÍ málinum, tá Jón Krosslá Poulsen kundi javnað við Løkin eftir 89 minuttir. 2-2 og so bendi alt á at neyðugt bleiv við umdyst (2×15 minuttum), men TB/FC Suðuroy/Royn mundi skorað til 2-3 beint áðrenn dómarin bríkslaði av, men bert ein stórbjarging forðaði fyri sigrinum í evstu løtu.

Í byrjanini av umdystinum var Búi Egilsson leysur og kundi havt tryggjað okkum eina dreymabyrjan uppá síðstu 30 minuttirnar, men tíverri eydnaðist ikki at skora. Tá tíggju minuttir av teimum fyrstu 15 vóru farnir, fingu NSÍ triðja málið, sum Andy Benjaminsen gjørdi. TB/FC Suðuroy/Royn gjørdi sítt fyri at fáa enn eitt útjavnandi mál, men tíverri eydnaðist ikki. Av tí at roynt var at fáa útjavnandi málið, so gjørdist talan um ein dyst, ið var sera opin og fleiri støður stóðust burturúr í báðum endum.

Harvið gjørdist NSÍ endastøðin hjá okkum í kappingini um Løgmannssteypið eftir ein sera spennandi dyst, har fleiri enn tey fimm málini væl kundi verði.

Eisini kunnu vit gleðast um, at norski áleyparin, Johan Finnsen Gulliksen (22 ár) nú er klárur aftur og bleiv hann innskiftur móti endanum av vanligu leiktíðini.

Mánadagin, annan páskadag, verður heimadystur í Effodeildini hjá TB/FC Suðuroy/Royn tá Skála kemur á vitjan. Dysturin verður sum vant klokkan 15:00.

Scroll to Top