Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Spennandi leikari longir við TB

| 12/01/13

Ragnar Tausen er sera kvikur vongleikari, og hansara ágangandi spælistílur gevur mongum verjuleikara nógv at hugsa um. Vit gleðast øll yvir, at Ragnar aftur í ár er í felagnum (Mynd: Álvur Haraldsen)

TB eiga nógv talentir, ið eru á gáttuni til, at fáa sítt stóra gjøgnumbrot í fremstu deildini. Ein av hesum er porkeningurin, Ragnar Tausen, ið hevur verið í TB, tvey tey seinastu árini. 18 ára gamli vongurin hevur undirskrivað sáttmála við aldursforsetan fyri komandi árið, og tað verður spennandi at síggja, hvussu hann fer at royna seg, nú nýggjur venjari er komin til felagið. Hans Fróði Hansen kennir Ragnar frá í fjør, tá lorvíkingurin var hjálparvenjari í felagnum, so dygdirnar hjá unglinginum skuldu verið honum kendar. Aftur í ár er TB hópurin sera ungur, men nakrir rutineraðir leikarar eru tó, sum ávirka soleiðis, at hópurin  er ein væl blandað eind, ið harafturat er væl samansjóvað.

Hvørjir fáa gjøgnumbrotið
Ein av fleiri stóru talentunum hjá TB, er Ragnar Tausen úr Porkeri. Ragnar hevur longu spælt fleiri ungdómslandsdystir, og tað er higartil onki sum bendir á, at hann ikki framhaldandi kemur at umboða okkurt av landsliðum okkara. Ragnar er sera kvikur vongleikari, og gongur tað væl hjá honum, so hevur TB ein sera dugnaligan vongleikara, ið er útfordrandi í sínum spælistíli, umframt at hann ofta gevur okkum eyka hóttan, við at renna inn í feltið. Ragnar hevur umboðað okkum í 40 dystum higartil, og hevur skorað 5 mál. Vit vóna øll, at dystartalið kemur at vaksa nógv komandi árini, og kanska nøkur mál so fara at koma afturat eisini.