Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Spennandi talentir longja við TB

| On 01, Nov 2012

Fleiri og fleiri skriva undir hjá aldursforsetanum, og framtíðin er sannuliga bjørt

At TB hevur gjørt eitt miðvíst og gott ungdómsarbeiði í nøkur ár, sæst aftur á mongdini av leikarum, ið umboða ungdómslandsliðini. Heili fýra evnaríkir unglingar umboða í løtuni U19 landsliðið, umframt at okur eisini hava ein leikara á A landsliðnum. Tvøroyrar Bóltfelag kann í dag, við stórari gleði, kunngera, at tveir av hesum u-landsliðsleikarum, umframt ein leikari, sum kann fáa sítt veruliga gjøgnumbrot, um álit verður givið honum, hava endurnýggjað sáttmála sín við barndómsfelagið. Fleiri leikarar eru eisini væntandi, komandi dagarnir. Hesar undirskriftir senda ein greiðan boðskap, og hann er, at TB ætla sær okkurt. Broytingar eru hendar á Tvøroyri, og okur tosta eftir sigrum.

Framtíðin hjá TB kann ikki annað enn verða bjørt, tí við sovorðnum stórtalentum, sum felagið hevur at ráða yvir, skal tað vera løgið, um tað ikki eydnast ítróttarliga. Mong monsunin er bógvað gjøgnum árini, og okur, ið varða av felagnum tora nú at lýta frameftir, við vón, dirvi og áræði. TB skal aftur teljast millum tey sterku liðini í bestu deildini !!!

Teitur Justinussen - Miðvøllur / Álop - 9 dystir í Effodeildini - 27 dystir í 1. Deild - 24 dystir í 2. Deild - 2 steypadystir - 26 mál

TEITUR JUSTINUSSEN
Fyrsti leikarin jeg vil umrøða, er 19 ára gamli Teitur Justinussen. Meðan Teir yngru, Eirikur og Poul hava spælt fleiri Effodeildardystir, og eisini eru slopnir á ungdómslandslið, so er Teitur Justinussen onki aftanfyri. Teitur er ein teknikari av Guðs náði, og fær hann álitið, kann hann blíva ein framúrskarandi spælari fyri TB. Hann hevur nógvar dygdir, og kann nýtast í álopinum, umframt á sokallaða 10-aranum. T.e. bindiliðið millum miðvøllin og álopið, við heldur leysari kreativum teymum. Verður tað givið Teiti álit, so fáa okur eitt spennandi álop, tað er púra sikkurt. Teitur hevur nú sáttmála við TB fram til oktober mánað í 2014.

Eirikur Magnusarson - Verja - 14 dystir í Effodeildini - 18 í 1. Deild - 8 í 2. Deild - 1 steypadyst - 2 mál

EIRIKUR MAGNUSARSON
18 ára gamli Eirikur er ein harttaklandi verjuleikari, sum síðan hann slapp at loysa Magnar Vang av í 2011, veruliga hevur bitið seg fastan í besta hópin. Í harðari kapping við Magnar Vang og Gunnleif Olsen, hevur ungi og sterki verjuleikarin úr Fámjin megnað at vunnið seg til eitt byrjunarpláss. Hann hevur røkt uppgávuna sera væl, og skuldi tað verið nakað, man kundi ynskt sær meira av Eiriki, so er tað, at verða ein størri hóttan offensivt. Hetta hevur tó nakað við spælistíl at gera, og um venjarin gevur boð um nakað annað. Ivist ikki í, at Eirikur bleiv enn betur, um hann slapp at skapa yvirtalstøður offensivt.
Hvussu er og ikki, so gleðast okur øll yvir, at Eirikur, eins og Teitur, verður verandi í TB, í øllum førum, fram til oktober í 2014.

 

Poul Ingason - Álop - 25 dystir í Effodeildini - 3 í 2. Deild - 1 steypadyst - 11 mál

POUL INGASON
Størsta álopstalentið í føroyskum fótbólti, seinastu mongu árini, hann eiga okur í TB. Talan er sjálvandi um unga og sterka Poul Ingason, sum hóast sín unga aldur, longu er fastur kring Effodeildarhópin, umframt at hann eisini er fastur fúsur á U19 landsliðnum. Hann var frammanundan eisini partur av U17 landsliðnum í tvey ár.
Styrkirnar hjá 17 ára gamla Poul eru eyðsýndar. Við sínum imponerandi fysikki, og nærum djóriskari málsvongd, er hann ein sannur fongur at hava. Okur vænta at síggja Poul koma stormandi úr startblokkinum longu frá kappingarbyrjan, og at hansara framtíð er bjørt, tað er øllum greitt. Eitt máltev, ið kendi týski málslúkurin frá 1970-unum, Gerd Müller hevði verið stoltur av. Gerd Müller fekk eyknevnið Der Bomber, ið merkir bombarin. Eyknevnið fekk hann, so skjótt hann byrjarði at bomba bóltarnir í mál fyri felag og landslið. Í unga Poul Ingason, eigur TB sín egna BOMBARA. So watch out !!

Yvir teir næstu dagarnir, fara okur at greiða meira frá hópinum hjá okkara kæra felagi, og tá okur hava fingið eina greiðari ábending um, hvussu hópurin endaliga fer at síggja út, fara okur at geva eitt boð um, hvat ein realistisk endalig støða er hjá TB í Effodeildini í 2013. Hesir tríggir spennandi ungu leikararnir, ið nú hava longt við barndómsfelagið, eru byrjanin.

Bestu eydnu í komandi ár dreingir

Drívið á !!!