Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Spurningar til Harald Eliassen

Spurningar til Harald Eliassen

| On 08, Jan 2015

TB heimasíðan hevur sett ein av drúgvu stuðlunum norðanfyri nakrar spurningar. Talan er um Harald Eliassen, ið fleiri fjepparar munnu kenna.

Hvør er Harald Eliassen?

Eri 22 ára gamal og úr Leirvík, arbeiði sum maskinsmiðjur hjá KJ Hydraulik á Kambsdali.

Hvagani stavar áhugin fyri TB?

Áhugin fyri TB hevur sum so altíð verið eitt sindur har. Tá LÍF var til so helt man eitt sindur við báðum (av ti eg eri hálvur suðringur og hálvur leirvíkingur). Men í 2008 valdu teir at leggja LÍF og GÍ saman og tá bleiv tað so mest sum bara TB, ið eg hevði áhugað fyri.

Hvussu væl fylgir tú við?

Eg fylgið so væl við, sum eg kann. Fari tó ikki suður at hyggja eftir TB, men eg farið til hvønn útidyst. Í ár misti eg tó ein dyst hjá TB norðanfyri.

Hvør er tín yndis TB leikari?

Yndisleikarin má nokk verða verjukempan Óli Jóhannesen.

Hvat er tín TB uppliving tú minnst best?

Besta upplivingin sum TB fjeppari , var tá teir spældu seinasta dystin í ár ímóti AB á Argjum, har eg fekk handa eina TB troyggju, har allir spælarnir høvdu skriva teirra navn á.

Hvussu nøgdur ert tú við TB í árinum, sum fór?

Sum heild eri eg væl nøgdur við kappingarárið, vit vunnu 1. deild og vóru sum heild heilt suverenir gjøgnum árið!

Hvat væntar tú tær av TB í 2015?

Eg vænti eitt hart kappingarár í 2015 , men halda allir leikararnir fram og fær felagið onkran styrk, so eri eg vísur í, at TB verður verandi í bestu deildini.

Vit takka Haraldi fyri hann gav sær stundir at svara okkara spurningum.