Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Status eftir átta leikumfør

Status eftir átta leikumfør

| On 05, May 2013

tb-bg-2013-gold-web

TB fekk eina ringa byrjan, tveir dystir og null stig, men síðani hevur felagið ikki verið fyri tapið. Hetta tykist eisini, at hava havt eina sera jaliga ávirkan á felagið sum heild og fólk rundan um TB tykjast jaliga yvirraskaði.

TB hevur nú leikt átta dystir í Effodeildini og hava 10 stig. Í Hesum átta dystunum hevur tað eydnast felagnum at skjóta 9 mál, meðan 12 eru farin inn í skeiva endanum.

Líta vit aftur á kappingina síðsta ár, tá eisini átta leikumfør vóru leikt, so var støðan ikki so nógv øðrvísi. TB hevði tá 9 stig, 7 mál skotin og 11 farin inn. Altso høvdu vit eitt stig minni í fjør, umframt at vit høvdu skotið tvey mál færri, tó latið eitt færri inn.

Tað, at vit hava skotið fleiri mál í ár, higartil, er sera jaligt, tí nógv varð tosa um, at tað fór at gerast trupult at fáa mál í hesum kappingarárinum, tá teir flestu av okkara málskjúttum fóru frá felagnum. Bojan Timic, Gilli Sørensen, Dimitrije Jankovic, Igor Grkajac og so eisini Milan Kuljic fóru aðrar leiðir og tí vóru nógvar røddir frammi og tosaðu um, at tað fór at gerast eitt soltið ár við málum hjá okkum svørt-hvítu – higartil hevur TB tó skotið fleiri mál enn sama tíðspunkt í fjør.

Álitið í ár hevur í stóran mun verið lagt á blaðunga Poul Ingason, sum í fjør ikki leikti so nógvar dystir, og tó, hann spældi knappar 1.000 minuttir og fekk í alt 2 mál.

Í ár hevur hann longu skotið fýra mál eftir hesum átta leikumførunum. Hansara miðaltal fyri mál pr dyst er sostatt 0,57. Í fjør var tað samanlagt 0,08. So hóast hansara unga aldur, so hevur hann sanniliga lofta kjansinum og hevur sannført allar TB fjepparar, at hann er lívshamrandi farligur frammanfyri málinum!

Poul liggur samstundis eisini á einum deildum triðja plássið í kappingini um at gerast ársins málskjútti í Effodeildini í ár.

Góðan styrk

Umframt at Poul Ingason hevur tikið av kjansinum í álopinum, so hevur TB styrk seg sera skilagott og hevur fingið nakrar kvalitetsleikarar í inn í hópin. Babacar, Ndende og Nicky, sum allir hava prógvað sítt virði í okkara litum.

Babacar byrjaði at spæla í høgra bakkinum, men bleiv fluttur inn í miðverjuna at leika saman við Óla, hetta hevur rættuliga víst seg at gerast ein skilagóð avgerð av venjara Hans Fróða Hansen. Ndende hevur leikt nakrar góðar dystir, serliga í seinastuni, har hann millum annað var ein sera umráðandi brikkur í sigrinum móti Víkingi.

Nicky hevur eisini verið ein støðug hóttan frameftir hjá okkum og hevur við sínum teknikki eitt sindur av tí, sum fólk eisini roknaði við at TB fór at sakna, tá bæði Bojan og Gilli fóru aðrar leiðir. Nicky legði millum annað upp til sigursmálið hjá Poul í 1-0 sigrinum móti Víkingi – heldur hetta samstarv áfram, so verður talan um eitt sera spennandi samstarv millum krútsterka Poul og tekniska Nicky.

Nýggjur liðskipari

Rógvi Joensen, sum er eitt av stóru talentunum í felagnum, hevur fingið størri ábyrgd í ár, av tí at venjarin hevur valt at seta unga froðbingin sum liðskipara. Rógvi hevur yvirtiki liðskiparaheiðurin frá legenduni Óla Johannesen og uttan iva er talan um ein stóran arv at lyfta, men higartil hevur Rógvi staðið seg sera væl.

Hann hevur eisini gjørt tað sum skuldi til, hann gekk á odda og var ein av málskjúttunum móti EB/Streymi, tá TB enn eina ferð megnaði at fáa stig heim við sær frá Margáir.

Nýggjur venjari

Hans Fróði Hansen var longu knýttur at felagnum í fjør, tó sum hjálparvenjari, men sum skilst so fekk hann størri og størri ábyrgd sum árið leið. Nú er hann so settur, sum høvuðsvenjari fyri besta liðnum hjá TB, sum hann higartil hevur fingið at leika góðan fótbólt og eisini hevur fingið umskúla onkrar leikarar og ikki minst fingið nakrar av ungu drongjunum við inn í hópin.

Teitur Olsen er ein av teimum ungu, sum hevur bitið seg fastan í bakketuni, har hann byrjaði í miðverjuni saman við Óla, men síðani hevur venjarin býtt Teitur og Babacar og hevur hetta eydnast sera væl. Teitur Justinussen hevur Hans Fróði valt at seta á vinstra bakkinum, áður hevur Teitur verið at sæð á teimum offensivu plássunum, men sum vit skilja, so hevur hann í ungdómsdeildini leikt í verjuni.

Umframt teir báðar navnarnar, so hevur Hans Fróði spennandi unglingar á bonkinum í Hjalta Vestergaard og Heina Mikal Mortensen – báðir at víst lovandi taktir, tá teir hava verið innskiftir.

Hóast TB sum heild hava staðið seg væl, so heldur venjarin, at tað kundi verið uppaftur betur – hetta kom fram í samband við teir spurningar, ið vit her á heimasíðuni settu venjaranum. Hann segði millum annað soleiðis, tá hann var spurdur um hann var nøgdur við gongdina higartil:

– Ja og nej. Eri sera væl nøgdur við hugburðin og innsatsin hjá okkara leikarum. Ikke nøgdur við stigatalvuna, tí eg haldi við sindur av hepni og kynismu, høvdu vit haft nøkur stig afturat.

Frameftir

Spennandi verður tí at síggja TB leika framyvir, tí spælið er rættuliga spennandi. Eftir teir tveir fyrstu ósigrarnar á útivølli í Klaksvíkini og vesturi í Vágunum, bleiv ein meira varin leistur lagdur og síðani komu tey fyrstu stigini í hølvdar. Eftir at hava fingið stabiliserað verjupartin hevur tað eisini víst seg, at tað offensiva er farið at rigga betur og betur.

Næsta vikuskiftið verður ein trupul dystur, tá vit fara norður at vitja HB í Gundadali, men HB skal als ikki tryggja sær bitan áðrenn hann er svølgdur, tí TB hevur ikki verið fyri ósigri seinastu 6 dystirnir. Eftir hetta er tíðin komin at fáa revansju móti bæði KÍ og 07 Vestur, sum koma suður til okkum ávikavist 20. og 26. mai.

Tað er onki at ivast í, at okkara sigrar skulu koma, tá vit taka í móti mótstøðuliðnum við Stórá, men sanniliga skulu vit eisini royna okkum á útivølli. Eitt nú er tað sera umráðandi at fáa øll resterandi stig móti AB og 07 Vestur í skjáttuna, tí so sær gott út, hvussu so er í niðurflytingarstríðnum. Hvat tað kann føra til uppeftir má bert tíðin vísa, men við hesum forminum, sum TB hevur í løtuni, so kann alt lata seg gera.

Einaferð TB, Altíð TB!

JS