Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Status eftir fyrru hálvu

Status eftir fyrru hálvu

| 26/06/16

Summarsteðgur er í Effodeildina og endaðu vit við Stórá móti Víkingi, sum er fyrrverandi liðið hjá Sigfríði. Hóast hansara stóra kunnleika um Víking, so megnaðu vit ikki at gera stórvegis við eysturoyðarliðið og mátti enda við einum 2-0 tapi.

Hyggja vit eitt sindur eftir hagtølunum og samanbera við fyrstu 16. umførini frá 2015, so sæst at vit liggja eitt pláss lægri við trimum stigum færri. Vit hava nú eftir 16 umfør 14 stig eftir trimum sigrum og fimm janvleikir, sum hevur við sær eitt áttanda pláss.

Málmunurin er verri og er talan um bæði færri mál skoraði og eisini hava vit latið fleiri mál inn. Samaborið við 2015, so høvdu vit gjørt 20 mál í 2015, í ár eru bert skoraði 16. Hvat viðvíkur mál ímóti okkum, so høvdu vit latið 21 mál inn í 2015 eftir 16. umfør í mun til 26 í mun til verandi støðu.

Eftir 16. umfar í 2015 lógu vit sum sagt á einum sjeynda plássið og høvdu átta stig niður til niðurflytingarvanda. Í løtuni eru fimm stig niður til AB, sum bæði í ár og í fjør lá á níggjunda plássi við níggju stigum.

Hyggja vit eftir teimum málunum, sum eru gjørd, so sæst beinanvegin at tað eru serliga tveir menn, ið eru vandamiklir. Albert Adu og Salmundur Bech hava ávikavist gjørt sjeyv og fimm mál í Effodeildini higartil. Hetta eru 12 út av teimum í alt 16 mál, sum eru skoraði. Hini fýra málini hava Rógvi Joensen (2), Teitur Justinussen og Heini Mikal Mortensen gjørt.

Nú er at vóna at summarferian verður nýtt væl og virðiliga av Sigfríði og okkara monnum at finna formin til aðru hálvu og leggja sjógv niður til hendan hóttandi niðurflytingarvandan.