Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Status eftir níggju umfør

Status eftir níggju umfør

| 06/05/18

Eftir hesi fyrstu níggju umførini er tíðin komin at gera eitt lítið status yvir hópin og hesar níggju dystirnar. TB/FC Suðuroy/Royn hevur eftir hesar níggju dystirnar fingið sjey stig, sum hevur við sær, at liðið er nummar átta í Betrdeildini.

Fýra leikarar við fulla leiktíð

Av teimum í alt 21 leikarunum, ið hava verið á dómaraseðilinum higartil hava 16 teirra umboða besta liðið hjá TB/FC Suðuroy/Royn í Betrideildini. Fýra av teimum sekstan hava leikt fulla leiktíð. Teir eru allir partar av tí defensiva partinum av liðnum; Milos Budakovic, Teitur Olsen, Ibrahim Arifovic og Dennis Nielsen.

Aldur

Av teimum 16 leikarunum, ið sum áður nevnt hava umboða TB/FC Suðuroy/Royn í Betrideildini er miðalaldurin 22,7 ár. Hinvegin taka vit allan hópin sum hann er, so er miðalaldurin 22,3 ár. Sostatt er talan um ein sera ungan hóp har teir báðir elstu eru 28 ára gamlir. Isaac Shaze og Ibrahim Arifovic eru báðir 28 ára gamlir.

Yngsti maður í hópinum er stóra talenti Stefan Radosavljevic, ið bert er 17 ára gamal.

Kort

Í alt hevur felagið fingið 19 gul kort og eitt reytt kort. Tað einsamalla reyða fekk Eirikur Magnusarson í dystinum ímóti HB. Ein leikari er í leikbannsvanda og tað er Dánjal Godtfred, sum er einasti maður við trimum gulum kortum higartil. Eirikur er eisini á odda á listanum yvir sekstarstig saman við einum AB’ara, teir hava báðir fingið fimm sektarstig.

Eftir Dánjali koma fýra við tveimum gulum og so eru átta eftir sum higartil bert hava fingið tað eina gula korti.

Mál

Ikki eru skotin serliga nógv mál í Betrideildini av okkara liðið enn, men toppskjútti er Stefan við tveimum málum. Hann skeyt bæði í dystinum ímóti 07 Vestur frá 11-metrum. Umframt Stefan hava Búi, Ibrahim og Salmundur skoti hvør sítt mál. Toppskjútti í Betrideildini er HB leikarin Adrian Justinussen, sum hevur skotið sjey mál higartil.

Samanbera vit okkum við hini liðini í Betrideildini, so er tað bert AB, ið hevur líka lítla úrtøku frammanfyri málinum, teir hava eisini bert skotið fimm mál. 07 Vestur hevur skotið sjey. Mest skorandi liðið er HB við 18 málum.

Hyggja vit eftir verjupartinum, so hevur TB/FC Suðuroy/Royn latið 14 mál fara inn. Tað er eitt sindur betur enn AB við 17 og væl betur enn 07 Vestur, sum hava latið heili 24 mál fara inn. Bestu verjuna eigur HB eisini, teir hava einans latið seks mál fara inn.

Kelda: Faroesoccer

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing