Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Stefan við til U17 EM endaspælið

Stefan við til U17 EM endaspælið

| 25/04/17

U17 landsliðið megnaði at leika seg víðari til EM endaspælið í Kroatia og nú er endaligi hópurin úttikin. Áki Johansen og Pól F. Joensen, landsliðsvenjarar, hava úttikið hópin og er Stefan Radosavljevic partur av 19-mans hópinum.

Umframt TB/FC Suðuroy/Royn leikaran Stefan, so er fyrrverandi TB leikarin Elias El Moustage eisini úttikin til EM endaspælið. Elias spælir í AaB í Aalborg.

Kappingin verður í døgunum 3. mai til 19. mai. Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum leygardagin 29. apríl.

Føroyska landsliðið er í bólki B saman við Skotland, Frakland og Ungarn.

Fyrsti dystur hjá U17-landsliðnum verður 3. mai, tá teir møta Skotland. Næsti dystur verður móti Fraklandi 6. mai og seinasti dysturin í bólkaspælinum er móti Ungarn 9. mai.

Dysturin ímóti Fraklandi verður vístur beinleiðis í Eurosport 2.

Alt eftir hvussu leikur ferð hjá føroyska ferðalagnum, so verður heimferðin dagin eftir síðsta dystin.

Hópurin hjá U17-landsliðnum sæst niðanfyri.

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ

Andrias Edmundsson, B68

Dann Fróðason, 07 Vestur

Magnus Holm Jacobsen, B36

Hanus Sørensen, FCM (DEN)

Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur

Stefan Radosavljevic, TB

Lukas Grenaa Gissing, FCM (DEN)

Elias El Moustage, AaB (DEN)

Steffan Abrahamsson Løkin, NSÍ

Bjarni Brimnes, HB

Tórur Jacobsen, KÍ

Símun Sólheim, HB

Sveinur Lava Olsen, HB

Sølvi Sigvardsen, NSÍ

Jákup Joensen, Skála

Fróði Pætursson Rasmussen, B36