Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Støðan í hinum deildunum

Støðan í hinum deildunum

| 02/05/17

Effodeildarliðið er komið serliga væl frá byrjan og er tað einamest tann deildin, sum hevur verið í brennideplinum, men nú fara vit at hyggja eftir hinum deildunum. TB/FC Suðuroy/Royn luttekur í øllum teimum lægru deildunum, altso 1. deild, 2. deild og 3. deild.

Næstbesta liðið góðkenda byrjan

1. deild hevur fingið eina heilt toluliga byrjan. Teir hava tíggju stig eftir seks umfør. Hendan deildin er merkt av nógvum liðum hjá teimum, sum longu eru í Effodeildini. Alt eftir hvussu 1. deild endar, so er møguligt at ongin upp- og niðurflyting verður tá avtornar. Í teimum seks dystunum so hevur liðið leikt fýra heimadystir, allir í Vági. Í hesum dystunum hevur tað eydnast at vinna tríggjar og spæla ein javnleik. Serliga áhugavert er tað, at tað eydnaðist at vinna á B68, sum má metast sum ein av kandidatunum til uppflytingina í Effodeildina. Dysturin ímóti B68, ið var leiktur leygardagin, endaði 2-1 til TB/FC Suðuroy/Royn. Teir báðir útidystirnir eru tíverri endaði við stórtapið, mótstøðuliðini hava verið NSÍ og HB.

Sí støðuna í 1. deild her (Faroesoccer).

Onki serligt hjá 2. deildarliðnum

Hyggja vit eftir TB/FC Suðuroy/Royn í 2. deild, so stendur ikki heilt so væl til. Eftir teimum fýra fyrstu umførunum, so liggur liðið næstniðast við bert einum sigri. Eisini her er sama mynstrið galdandi, sum við 1. deildarliðnum, tapa á útivølli og vinna heima. Viðmerkjast skal tó, at liðið hevur spælt tríggjar av teimum fyrstu dystunum á útivølli, meðan bert hin eini hevur verið á heimavølli. 2. deildarliðið spælur sínar dystir við Stórá.

Sí støðuna í 2. deild her (Faroesoccer).

Bólkaspæli í 3. deild liðugt

3. deild er uppbygt sum bólkaspæl at byrja við og so verður endaspæl eftir bólkaspælið er liðugt. Her er liðið komið væl í gjøgnum teir dystir. TB/FC Suðuroy/Royn hevur luttikið í Bólki D saman við Undrið, B68 og EB/Streym C. Her eru øll seks umførini leikt og TB/FC Suðuroy/Royn endaði nummar tvey við 12 stigum. Síðsti dystur í bólkaspælinum var ímóti EB/Streymi C leygardagin og endaði hann við einum sigrið til TB/FC Suðuroy/Royn á 4-3.

Endaspælið í 3. deild venda vit aftur til seinni.

Sí støðuna í bólki D í 3. deild her (FSF).