Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Størri munur á toppi og botni í ár

Størri munur á toppi og botni í ár

| 07/05/18

Sum eitt framhald við einum yvirliti yvir Betrideildina eftir hesi fyrstu níggju umførini í ár, so kann eisini staðfestast at tað er størri munur á toppi og botni í ár.

HB liggur sum kunnugt á odda, teir hava 22 stig. 07 Vestur hevur hinvegin bert fingið eittans stig og er tað harvið við til at tangerað størsta munur á nummar 1 og nummar 10 síðan 2005. Í 2013 var munurin eins stórur, tá var tað eisini HB sum var á odda, men tá var tað AB sum lá á aftasta plássi.

Hyggja vit eftir hvussu nógv mál eru skotin í ár, so eru 111 mál skotin og gevur tað 2,47 mál per dyst. Í fjør var hetta talið 2,49 altso ikki ein stór broyting. Hyggur ein eftir grafinum niðanfyri, so sæst at tað hesi bæði árini eru skotin væl færri mál samanborið við eitt miðal grundað á árini 2005-16. Hesi árini vóru skotin 3,15 mál í miðal per dyst.

Færri javnleikir í ár

Kappingarárið í fjør serliga fyrstu níggju vóru merkt av nógvum javnleikum, hetta er munandi broytt í ár. Í ár eru bert 16 dystir endaðir við javnleiki, hetta talið var 36 í fjør. Hinvegin eru sjálvsagt væl fleiri dystir, sum eru avgjørdir og hava givið annað av liðnum øll trý stigini. 37 dystir í ár eru endaðir við sigri til annað liðið – í fjør var hetta talið bert 27.

Vit skulu heilt aftur til 2011 fyri at finna eitt kappingarár har sama støðan var. Av árunum, ið vit hava tikið við er 2007 tað árið har fægst dystir eru endaðir við javnleiki, tá vóru bert 12 javnleikir leiktir eftir teimum níggju umførunum.

TB/FC Suðuroy/Royn færri stig í ár

Hyggja vit eitt sindur eftir TB/FC Suðuroy/Royn í mun til í fjør, so skotið væl færri mál, bert fimm mál eru skotin í ár í mun til í fjør. Hinvegin er verjuparturin eins stinnur og hevur liðið eins og í fjør latið 14 mál inn.

Sum flestum kunnugt, so samlaða úrtøkan eisini blivin minni í ár, bert sjey stig eru komin eftir níggju dystir, í fjør hevði liðið 12 stig.

Kelda. Faroesoccer.com

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing