Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Stórsigur á grannunum fyri sunnan

Stórsigur á grannunum fyri sunnan

| 06/02/15

Í gjárskvøldið hittust Tvøroyrar Bóltfelag og FC Suðuroy við Stórá til ein venjingardyst. Møguleiki var sostatt hjá tvørafólkum at síggja eitt sindur meira til nýggju leikararnar, umframt sjálvan hópin í sjálvum sær.

Endin á dystinum var ein greiður stórsigur til okkum svørt-hvítu. Heili fimm mál móti ongum endaði tað við.

Málskjúttar í vóru: Albert Adu 1, Franck 1, Andri Freyr Björnsson 1 og Patrik Johannesen 2 mál.

Ogvuslig hending

Kanska ein tann mest undrunarsama hendingin í øllum dystinum var, tá FC Suðuroy leikari legði alt, alt ov nógv fyri í einari kapping um bóltin mótvegis okkara málmanni, Ivan. FC Suðuroy leikarin leyp við báðum fótum fremst við alt ov nógvari ferð – tíbetur stóðst ongin skaði av tilburðinum, sum tó als ikki hoyrir heima í venjingardysti!