Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Stórsigur á Royn

Stórsigur á Royn

| 18/01/15

TB og Royn spældu ein venjingardyst við Stórá ídag. Líkindini vóru ikki meira enn næstbest, tað var kalt og illfýsið, men hóast keðiliga veðrið, hevði eitt sindur av fólki leitað sær til Trongisvágs.

TB hevur fingið 3 nýggjar leikarar at royndarvenja. Tveir íslendarar og ein fransmann. Umframt hesar tríggjar skrivaði TB sáttmála við Adu í summar.

Tað er ilt at siga, hvussu teir royndust, tí mótstøðan var alt ov lítil at gera eina konstruktiva meting av avrikinum. Men teir tóktust at vilja spæla bólt og bjóðaðu seg eisini fram til móttøkur o.a. TB vann dystin 6-0.

Um fólk ynskja at fregnast, hvørt nýggju menninir kunnu geva eitt íkast til besta liðið hjá felagnum, so trenar TB vanligar yrkadagar á nátturðatíð.