Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Stórt ferðalag áveg til Vildbjerg

Stórt ferðalag áveg til Vildbjerg

| 29/07/19

Í gjárkvøldið (ólavsøkuaftan) fór Norröna avstað úr Tórshavn við stórum ferðaliðið av TB’arum, ið fara til Vildbjerg í Midtjylland fyri at luttaka í fótbóltskappingina Vildbjerg Cup. Stóra ferðalagið, ið allarhelst man telja minst 150 av íbúgvunum í Suðuroynni kemur til Hirtshals í morgin (týsdagin) fyrrapart.

Talan er um ikki færri enn fýra lið, ið luttaka frá árgangunum U-13 og U-14.

Allir dystir, ið skulu leikast vera 2×15 minuttir.

Vildbjerg Cup byrjar tórsdagin 1. august og endar sunnudagin 4. august. Ferðalagið fer heim við Norrönu aftur týsdagin 6. august. Gist verður í Herning á Dan Hostel.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing