Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Stuðulsavtala gjørd við Eik

Stuðulsavtala gjørd við Eik

| 13/03/16

Eik Banki fegnast um at kunna stuðla ítróttinum í suðri.

Stuðulsavtalan millum Eik og TB passar væl til Eik, sum er ein lokalur banki, ið hevur sítt virksemi í tí lokala økinum, bæði innan tað almenna, vinnuliga og privata. Við teimum málsetningum, sum TB hevur sett sær, er avgjørt áhugavert at stuðla ítróttinum her suðri.
Stuðulavtalan umfatar Effo liðið og U-14 dreingjaliðið hjá TB.

Vit ynskja TB eitt gott kappingarár, sigur Róin Schrøter, deildarleiðari hjá Eik í Suðri

Formaðurin í TB, Niels Pauli Eysturberg , fegnast um at Eik Banki viðvirkar til at menna fótbóltin, og at hædd er tikin fyri at stimbra tann unga partin av fótbóltinum, her suðri.

Hann er sera glaður fyri avtaluna við Eik, og tað er sera týdningamikið, at vinnnan er við til at stuðla einum felag sum TB.