Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Suðringur, Holva Fish og Defa stuðla liðnum

Suðringur, Holva Fish og Defa stuðla liðnum

| On 20, Mar 2017

Tvøroyrar Bóltfelag kann við hesum kunngera enn ein stuðul til liðið, hesu fer er talan um trý feløg í oynni, ið øll virka innan fiskivinnuna. Feløgini talan er um eru Suðringur, P/F Holva Fish og P/F Defa.

Felags fyri allar fyritøkurnar eru, at tað er vinnulívsmaðurin og Tvøramaðurin við stórum T, Marner Lisberg, ið stendur aftanfyri.

TG 600 Suðringur varð smíðaður í 1977 á Skála Skipasmiðju og hevur síðani verið heimahoyrandi á Trongisvágsfirði. Suðringur 40 ár í ár.

P/F Holva Fish er slógvavirkið í Vági, ið framleiðir til útflutnings. Sjálvt navnið Holva er ein samanrenning av Holstebro og Vágur – ein av stórum avtakarunum hjá Holva Fish er Holstebro Fodercentral, ið framleiðir minkafóður.

P/F Defa er fyritøkan aftanfyri frystigoymsluna í Vági á keiini. Defa er ein samanrenning av Delta Seafood og Faroes Apama.

Tvøroyrar Bóltfelag takkar so hjartaliga fyri stuðulin og ynskir Suðringi til lukku við teimum 40-árunum, ið trolarin fyllir í ár.