Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Suðuroyingarnir eru útslignir

Suðuroyingarnir eru útslignir

| 13/06/18

Tað er stuttligt at verða B36’ari og at sigla norður um fjørð í dag. Tað var als ongin ivi, um hvør tað betra liðið var. B36 stýrdi dystinum frá fyrsta bríksli. Teir spæla við høgum pressspæli, og verjan hjá okkum legði seg langt aftur, og kom undir alt ov nógv óneyðugt trýst. B36 fekk trý mál áðrenn fyrri hálvleikur var 30min gamal. Ringar uppdekkigar, sjuskut verjuspæl og væntadi samskifti var høvuðsorsøkin til øll trý málini. Og eftir tað var uppgávan hjá okkara monnum at avmarka tapið og bara binda um heilan fingur, tí satt at siga, so spældi B36 við fullari ferð, og tað kundi lættliga verið bæði 5 og 6-0. Dysturin endaði 4-0.

Tað hevur verið sera stuttligt at fylgt við liðnum í steypaævintýrinum. Okur hava trekt tey sterkastu mótstøðuliðini, men spælið í dag kundi verið betri, hóast B36 var óvanliga væl upplagt. Høvdu okur kanska havt eitt sindur av villskapi og faktiskt gúppað bóltin í tómu økini, tá B36 legði press á, so hevði tað møguliga sæð annarleiðis út.

Nú mugu okur hugsa um komandi dyst móti KÍ sunnudagin, og uppgávan er at verða verðandi í deildini.

Es. Hetta er onki stuttligt at skriva um, og enn minni at lesa.

Betri lýsing Faroe Ship lýsing Sport 24 lýsing Smyril Line lýsing Vestpack lýsing NJM lýsing