Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Sundalagsmenn er næstir

| On 27, May 2012

HB fekk veruliga TB koyrilin at føla í 9. umfari. Spennandi verður at síggja, hvussu sundalagsmenn ætla at steðga máltevinum hjá Bojan Timic. Vandamikli serbin hevur higartil skotið 4 mál fyri TB

Sundalagsmenn, sum hava gjørt sær dælt av, at oddaliðið, Víkingur hevur snávað seinastu umførini, skulu í morgin royna at fáa nakað burturúr sera trupla útidystinum móti TB. Sundalagsmenn liggja undan 10 leikumfari á næstovasta plássi, so teir hava avgjørt brúk fyri einum útisigri. Hjá TB ræður tað hinvegin um, at halda fram við góðu gongdina, serliga á heimavølli. TB er ikki til at nerta á nýggja vøllinum við Stórá, og so er stóri spurningurin, um EB/Streymur kann gera nakað við hagtølini. Dysturin byrjar kl 15, og fjepparar okkara uttanlands, kunnu sjálvandi lurta eftir dystinum á TB heimasíðuni.

Seinastu tvey umførini hevur Víkingur, ið er oddalið í Effodeildini, tapt, og møguleikan til at minka um munin, hava sundalagsmenn tikið við lít. Teir eru undan 10. umfari á næstovasta plássi við 18 stigum, bert eitt stig aftanfyri Víking. Góða gongdin er týdningarmikil at byggja á, skulu sundalagsmenn náa heilt upp á tindin. Men so skulu teir fáa fulla úrtøku við Stórá, og tað eru tað fleiri, ið kunnu ásanna, at tað er sera trupult. TB hevur veruliga fingið eina heimavallareffekt við nýggja og frálíka vøllinum. Vert er eisini at leggja til merkis, at sundalagsmenn júst hava verið í longum og truplum miðvikudysti, har teir, við tógvið stríð, megnaðu at spæla seg í steypafinaluna. Hetta var tó ikki uttan stóran kostnað, tí bæði í verjuni og í álopinum, máttu menn út við skaða.

Gestirnir verða skerdir
Tað verður ikki við fullari ferð, at vit koma at síggja EB/Streym í morgin, tí lyklaleikararnir, Egil á Bø og Arnbjørn Hansen noyddust báðir av vøllinum við skaða, tá teir ónskvøldið spældu í Løgmansteypakappingini móti HB.
Um teir møguliga verða partur av hópinum, hóast alt, vita vit ikki, men heilt klárir verða teir undir ongum umstøðum. Afturat teimum báðum, so er eisini Pætur Dam Jacobsen á skaðalistanum hjá gestunum, og hann verður so í øllum førum ikki við. Sambært heimasíðuni hjá EB/Streymi, fekk Pætur ein knæskaða í dystinum móti Víkingi 30. mars.

Góða gongdin er ongin tilvild
Góða gongdin hjá TB, er ongin tilvild, tí vit hava vitað av okkara unga og ríka tilfeingi í fleiri ár. Nú er so venjarin, Milan kuljic komin til felagið, og saman við sera góðum styrki uttanlands, hevur hann fingið samantvinnað trægrirnir, so at eindin er so samansjóvað, sum nakrantíð.
Tað er tó tað drúgva og miðvísa forarbeiðið, ið er grundarsteinurin undir ungu talentunum, og fleiri teirra standa nú við vegamótið, klárir til at taka yvir, tá eldru ættarliðini gevast. Felagið má tí sigast at vera á sera positivari kós, og at teir nú eisini trúgva á egnan mátt, vísir seg at hava givið liðnum eitt gervi afturat.
At Hans Fróði Hansen er komin til felagið, hevur avgjørt eisini spælt ein týdningarmiklan leiklut, tí hann kann motivera sjálvt tann mest pessimistiska, og tað sæst aftur. Allir leikararnir trúgva nú meira á egnan mátt, og teir yngstu fáa dýrabærar løtur, har teir læra eina ørgrynnu. At vera sterkur mentalt, er so ómetaliga týdningarmikið í ítrótti, og tað roynir Hr. Hansen at leggja í okkara dýrabæra unga ættarlið.

Ja vit kunnu
Trúgvin á, at vit væl kunnu klára okkum, í kappingini við aðrar, hevur drivið TB frameftir, og eftir at felagið vann sær uppflyting á síðsta leikdegi í fjør, undir teimum sjúkligastu av dramatisku umstøðunum, hevur aldursforsetin endurfunnið gamla stoltleikan, og ikki hugt afturum seg síðan. Felagið er ósigrað á nýggja leikvøllinum inni við Stórá, og liggja væl fyri í kappingini, nú fyrstu triðingurin av Effodeildini er spældur. Seinast vit møttu EB/Streymi, var 5. apríl, tá TB eydnaðist at hála 1-1 javnleik heim við sær.
Í morgin møtast liðini so aftur í Effodeildini, og spenningurin er tí stórur, hvørt tað eydnast gestunum, framhaldandi at leggja trýst á oddaliðið, ella um tað hinvegin verður TB, sum heldur á fram við góðu gongd síni.

Drívið á dreingir !!!

Dystarskrá
Effodeildin – 10. umfar

FC Suðuroy-NSÍ
ÍF-B36
B68-Víkingur
TB-EB/Streymur
HB-KÍ