Sunnudagin byrjar Betri Deildin

Sunnudagin verður fyrsta umfar í Betri Deildini, hetta fyrsta umfarið er eisini fyrsta umfar við nýggja stuðlinum hjá bestu fótbóltsdeildini hjá monnum.

TB/FC Suðuroy/Royn byrjar á heimavølli við Stórá ímóti NSÍ. Runavíkingar leiktu leygarkvøldið ímóti Víkingi í stórsteypadystinum, sum Víkingur vann. Sostatt hevur fyrrverandi venjarin hjá TB/FC Suðuroy/Royn, Maurice Ross fingið sítt fyrsta steyp í Føroyum við nýggja felagnum.

Í fjør taptu TB/FC Suðuroy/Royn tveir dystir ímóti runavíkingum, tann triði endaði javnt. NSÍ endaði á einum fjórðaplássi í fjør, meðan TB/FC Suðuroy/Royn endaði nummar átta.

Bæði liðini hava fingið nýggjan venjara, TB/FC Suðuroy/Royn hevur sum kunnugt svian Glenn Ståhl og NSÍ settu Sámal Erik Hentze. NSÍ hevur millum annað styrkt seg við Øssuri Dalbúð, Fróða Benjaminsen og Johan Troest Davidsen. TB/FC Suðuroy/Royn hevur fingið útlendska tilgongd av Milos Budakovic, Dennis Nielsen, Ibrahim Arifovic og Isaac Shaze.

Dysturin sunnudagin verður klokkan 15:00 og dómari verður Eiler Rasmussen.

Scroll to Top